U21 HM: Taptu fyri Danmark - Vit møta Slovenia í fjórð­ings­finaluni

Føroyar megnaðu at skjóta 32 mál móti Danmark, men 41 mál ruku inn í hinum endanum

Mynd: IHF

Føroyska U21-manslandsliðið skal spæla HM-fjórðingsfinalu móti Slovenia í Sosnowiec. Tann dysturin byrjar hósdagin klokkan 17.30.

 

Í dag spældu okkara bólkafinalu móti Danmark í millumbólki 3. Tað endaði við einum 41-32 sigri til Danmark. Í steðginum var Danmark frammanfyri 20-17. Tá eitt korter var eftir av dystinum var Danmark frammanfyri við fýra málum, 29-25. Tað seinasta korterið gekk ikki væl at steðga danska offensivinum. Danmark møtir Noregi í fjórðingsfinalu, ið verður spæld í Katowice. 

 

Føroyar skoraðu 32 mál upp á 45 málroyndir. Danmark skoraði 41 mál upp á 52 málroyndir.

 

Óla Jákup Gaard Olsen, ið skoraði seks mál var kosin at vera besti leikarin. Óla Jákup var eisini toppskjútti hjá Føroyum. 

 

Venjaratoymið hevði boðað frá, at Ísak Vedelsbøl og Óli Mittún komu ikki at spæla nakran týðandi leiklut móti donsku favorittunum. Hinvegin fingu aðrir roynt seg móti klassamótstøðu, og tað var ein fín investering.

 

Málskjúttar: Óla Jákup Gaard Olsen 6/7, Búi Poulsen 4/7, Óli Mittún 3/3, Trúgvi Hávardsson 3/4, Rói Hjaltason Seyer 3/4, Rókur Ziskason 3/5, Tróndur Johnsson 3/6, Tóki Fríðriksson 2/2, Sofus í Selvindi Nattestad 2/3, Høgni Heinason 2/3, Eyðbjørn Danielsen 1/1. 

 

Torstein Sivertsen bjargaði 17 prosent av málroyndunum. 

 

 

 

 

 

Mynd: IHF