U21 landsliðið gjørdi tað aftur

Við málið langt inni í yvirtíðini tryggjaði bara 17 ára gamli Poul Ingason Føroyum eitt stig í U21 landsdystinum móti Rumenia á Svangaskarði. U21 landsliðið hevur enn eina ferð spælt seg til eitt megnar úrslit.

Tey flestu høvdu fyrireikað seg upp á, at nú gekk ikki longur. Føroyska U21 landsliðið hevði í yvir 80 minuttir havt antin annað stigð, ella øll trý stigini í sjáttuni, men nú standa vit eftir við ongum. Rumenar hava lagt seg á odda fyri løtu síðan og brádliga er nakað tómligt á Svangaskarði.
Teir fáu hundrað áskoðararnir geva ikki eins nógv ljóð frá sær sum frammanundan, og lotið tykist við eitt kaldari.
Vit vóru so nær við. Árni Frederiksberg rakti tvørstongina við dundurskoti stutt frammanundan, at rumenar løgdu seg á odda.
Framrættaðu menninir hava gjørt bart í allan dag. Nú er 17 ára gamli Poul Ingason eisini komin á vøllin, men klokkan rennur undan. Fjórði dómarin vísur skiltið, sum sigur at vit hava fýra minuttir at skora í. Fleiri enn teir tríggir eru spældir, tá ein langur bóltur verður sendir fram móti brotsteiginum hjá rumenum.
Gilli Sørensen forleingir og so setur Poul Ingason ferð á. Hann er ikki til at steðga og rumenarnir standa hjálparleysir og hyggj at, tá TB framherjin púra kaldur sparkar bóltin í málið til javnleik 2-2.
Hetta til gleði fyri allar spælararnar í bláum og øllum hjálparfólkum, venjarum og áskoðarum. 17 ára gamli Poul Ingason hevur ikki verið á U21 landsliðnum í meir enn tíggju minuttir og hevur longu skorað eitt avgerandi mál!

Góð byrjan

Tað var eitt sindur óvist undan dystarbyrjan hvussu gott rumenska liðið var, og hvussu føroyska liðið kom at spæla. Skaðar høvdu við sær, at René Shaki Joensen kom á vinstra bakk. Í álopinum fall valið á Gunnar Zachariasen, meðan hann rundanum seg hevði Ara Ellingsgaard, Árna Frederiksberg og Gilla Sørensen.
Føroyska liðið byrjar við at leggja rumenar undir trýst og tað riggar. Gestirnir hava trupulleikar av vøllinum og megna sjáldan at koma sær undan, tá føroysku spælararnir koma niðan á vøllin eftit teimum. Hetta mundi verða besta byrjanin, ið Heðin Askham og Bill M. Jacobsen kundu ynnskja sær upp á eina nýggjan byrjan.
Tá so fyrsta løtan er farin afturum og gestirnir byrja at fóta sær á vøllinum, taka teir alsamt meiri yvir leikliga og koma til onkrar vandastøður. Okkara lið kemur so smátt undir trýst, tá vit fara í mótálop.
Árni Frederiksberg sendir Gilla Sørensen avstað í vinstru síðu. Skjóti tvøramaðurin settir ferð á. Komin framvið verjuni hjá rumenia leggur hann bóltin innfyri til Gunnar Zachariasen, sum ger sum ein áleypari skal og rennir seg í røttu støðuna og settir innarusíðu á bóltin til 1-0.

Rumernar taka yvir

Eftir málið kemur føroyska liðið undir trýst og tað blívur ein kampur um at halda leiðsluna restina av hálvleikinum. Tað eydnast, men seinni hálvleikur er bara tveir minuttir gamal, tá Gabriel Ianco verður spældur púra leysur inn um verjuna hjá okkum. Onkur vil verða við, at tað var bæði vindur og sól, sum spældi inn. Tað samsvarar eisini við, at málið sá alt ov lætt út í mun til avrikini restina av dystinum.
Rumenar hava bóltin meir í seinna hálvleiki, men tá okkara fáa brotið spælið, so gongur skjótt hinvegin, men tíverri manglar tað seinasta at fáa mál.
Tað endar við, at rumenar spæla føroysku verjuna tunna og so er 2-1. Eftir øllum fortreytum, so eigur Rumenia at vinna á Føroyum – serliga teir koma odda so seint í dystinum. Men soleiðis er ikki tá talan er um føroyska U21 landsliðið, sum enn eina ferð framdi eitt satt bragd!

Stubbi 1:

Rumenska stjørnan gloymt passið

Tað var um reppið, at liðskiparin hjá Rumenia, Nicolae Stanciu, ikki slapp at spæla, tí hann fann ikki passið hjá sær. Allir spælarar skulu lata passið inn undan dysti. Søgan sigur, at tað bleiv funnið í flúgvarinum.

Stubbi 2:

Rógvi ikki við til Montenegro

Liðskiparin hjá TB, Rógvi Joensen, verður ikki við í Montenegro. Hann hevur próvtøkur fyri framman og hevur tí valt at geva avboð hesaferð.

Pluss og Minus:

Pluss: Tað kann bara blíva ótrúligi viljin hjá U21 landsliðnum at trýsta til seinasta bríksl. At trýsta eitt rumenskt lið og fáa 2-2 javnleik í evstu løtu er fantastiskt.

Minus: Eysturoyggin dumpaði so dyggiliga, tá tað kemur til áskoðarar. Alt ov fáir áskoðarar og tað er ótrúligt, at fólk ikki vísa hesum U21 landsliðnum størri ans tá teir spæla. Hava teir ikki uppiborið tað eftirhondini?


U21 Føroyar:

Kristian Joensen: 4
Stóð væl. Hevði onkrar góðar bjargingar, stýrdi verjuni væl og kom liðnum til hjálpar í deyðbóltsstøðum, tá hann tordi at koma út úr málinum. Veikleikin vóru útspørkini, sum ikki vóru nøktandi.

Bárður Hansen: 4
Hevði trupulleikar í verjustøðu í fyrra hálvleiki. Tað var ikki bara hansara skyld, men hann kom ov oftani at renna aftaná rumenska vonginum, tí hann lat seg lokka ov langt fram. Kom annars væl framvið og luttók í uppbyggjandi spælinum.

Hørður Askham: 4
Hevði somuleiðis trupulleikar í fyrra hálvleiki, tí hann kom ov langt fram á vøllin. Spældi annars ein fínan dyst í verjuni og vann nógvar nærdystir. Átti eisini týdningarmikla takling, tá rumenar vóru um reppið at skora.

Sonni Ragnar Nattested: 5
Spældi ein branddyst í miðverjuni. Vann at kalla allar sínar nærdystir og spældi sum ein royndur miðverji. Var eisini ein hóttan í deyðbóltsstøðum og royndist eisini væl í uppspælinum. Dagsins spælari.

René Shaki Joensen: 5
Havandi í huga, at hann sum høgra beinur var at finna á vinstra bakki, so spældi hann ótrúliga væl. Serliga í verjustøðu var hann stinnur. Bæði tá hann skuldi renna hinar upp og tað talan var um at lesa spælið.

Bogi Reinert Petersen: 4
Stríddist væl á miðvøllinum og tordi at spæla bólt. Smæddist hvørki í nærdystunum ella í uppbyggjandi spælinum. Mátti sum skilst út við skaða tíðliga í seina hálvleiki.

Rógvi Joensen: 5
Ein av bestu spælararunum á vøllinum. Fylti ótrúliga nógv á miðvøllinum og var allastaðni har tað hendi nakað. Bleiv fleiri ferðir sparkaður niður,men reistist hvørja ferð.

Árni Frederiksberg: 4
Hevði eitt dundurskot á tvørstongina, sum kundi havt avgjørt dystin til okkara fyrimun. Tordi at bjóða av í høgra borið og arbeiðisorkuni bilti einki. Hevði onkran minni góðan deyðbólt. Átti lut í fyrra málinum við góðari avlevering.

Ari Ó. Ellingsgaard: 4
Rann sólina svarta á framrættaða miðvøllinum. Riggaði væl saman við hinum framrættaðu spælarunum og tordi at bjóða av og venda sær við bóltinum.

Gilli Sørensen: 5
Legði upp til bæði málini og vísti í løtum sín ótrúliga skjótleika. Tók av møguleikanum sum liðskipari og saman við René tóku teir seg væl av vinstru síðu. Bleiv læstur í seinna hálvleiki av taktiskum orsøkum.

Gunnar Zachariasen: 5
Spældi sum fremsti maður og kom væl frá uppgávuni. Tuskaði runt allan dystin og legði rumensku verjuna undir trýst. Skoraði fyrra málið, tá hann sum ein rættur áleypari rann seg í rætta stað í júst røttu løtu.

Ivan Joensen: 4
Kom inn á miðvøllin fyri Boga og fall til beinanvegin. Bæði tá talan var um at vinna bóltar, men eisini í uppbyggjandi spælinum megnaði hann at sleppa sær av við bóltin á skilagóða hátt. Fær helst møguleikan frá byrjan í Montenegro nú Rógvi Joensen ikki er við.

Poul Ingason: 5
Spældi ov stutt til at gera ein meting av avrikinum, men tá maðurin skorar í evstu løtu, so fær hann eitt fimm tal fyri tað!

Heðin Hansen:
Kom inn seinastu løtuna fekk sett onkra góða takling inn, men spældi annars alt ov stutt til at gera ein meting.

U21 Rumenia:

Laurentiu Branescu: 4
Kundi einki gera við føroysku málini, men vísti seg annars sum ein góðan málmann. Hevði onkra einkulta bjarging.

Mihai Balsa: 2
Hevði stórar trupulleikar av Gilla Sørensen í fyrra hálvleiki og megnaði lítið fram eftir vøllinum. Bleiv tikin út í hálvleikinum.

Alexandru Cretu: 3
Hevði trupulleikar av vøllinum í byrjanini, men kom fyri seg. Fekk eitt gult kort fyri at fella Gunnar Zachariasen. Spældi væl í seinna hálvleiki.

Florin Plamada: 3
Var tann minni sjónligi miðverjin, men spældi ikki beinleiði illa. Serliga eina løtu í seinna hálvleiki fingu teir tamarhald á dystinum og kláraðu at køva føroyska álopið.

Alin Tosca: 5
Vinstri bakkurin var ein støðug hóttan. Megnaði fleiri ferðir at dribbla seg úr føroyska trýstinum og senda framherjan ella vinstra vong avstað. Millum teir sjónligastu og bestu hjá Rumenia.

Romario Benzar: 4
Spældi óstøðugt. Í løtum var hann góður og fordeildi bóltin rund á vøllinum, meðan hann til aðrar tíðir hevði ilt við at raka sínar egnu menn og fáa ferð á spælið.

Alin Carstocea: 3
Hevði nakrar góðar renningar frameftir vøllinum, men var einki frammanfyri okkara miðvøll.

Nicolae Stanciu: 5
Avgerðin at flyta hann á høgra vong í seinna hálvleiki riggaði illa. Hann var skaparin á liðnum í fyrra hálvleiki, men endaði bara vit at senda bóltar innfyri í seinna hálvleiki. Vísti annars spæl á høgum stigi. Gott eyga fyri spælinum og góðan bóltførleika.

Tiberiu Serediuc: 4
Var ein støðug hóttan í fyrra hálvleiki, tá hann slapp at renna inn um verjuna hjá okkum. Kvikur og dribblisterkur, men kundi helst fingið meiri burtur úr í onkrum vandamiklum støðum. Legði upp til 2-1 málið.

Gabriel Iango: 3
Hevði ongan kjans móti René, sum tok sær væl av honum. Skoraði útjavnandi málið, tá hann bleiv spældur púra leysur og var tryggur ein móti einum.

Andrei Ciolacu: 3
Var væl eftiransaður av føroysku verjuni og formáddi sær lítið. Slapp nakrar ferðir at renna frá verjuni hjá okkum, men annars ikki so nógv bit í.

Leonard Manole: 3
Kom inn á vinstra vong og tóktist ágrýtin, men hevði tó hug at grenja nakað illa.

Sergio Bus:
Kom inn í eitt lítið korter og skoraði.

Fakta:

Føroyar – Rumenia 2-2(1-0)
1-0 Gunnar Zachariasen, 29
1-1 Gabriel Iancu, 47
1-2 Sergio Bus, 82
2-2 Poul Ingason, 90+4
Dómari: Eiko Saar
Hjálpardómarar: Silver Koiv og Maikel Mikson
Fjórði dómari: Juri Frischer

Føroyar – Rumenia
Mál: 2-2
Skot á mál: 3-4
Skot við síðuna av: 3-8
Hornaspørk: 5-6
Gjørd fríspørk: 20-14
Gul kort: 5-3

Føroyar: (4-2-3-1)
Kristian Joensen

Hørður Askham(G) Sonni Ragnar Nattestad

Bárður Hansen René Shaki Joensen

Rógvi Joensen(G) Bogi R. Petersen(G)
(Heðin Hansen, 89.min) (Ivan Joensen, 58.min)
Árni Frederiksberg(G) Ari Ellingsgaard(G) Gilli Sørensen
(Poul Ingason, 84.min)

Rumenia: (4-3-3)
Laurentiu Branescu

Alexandru Cretu, Florin Palmada

Mihai Balasa, Alin Tosca
(Leonard Manole, 46.min)
Romario Benzar, Alin Carstocea, Nicolae Stanciu
(Sergio Bus, 78.min)
Tiberiu Serediuc, Andrei Ciolacu, Gabriel Inacu
(Cristian Gavra, 66.min)