U21-landsliðið móti Makedonia úttikið

U21-landsliðshópurin til dystin móti Makedonia 11. novembur er nú úttikin. Eins og seinast er lyklaleikarin á føroyska A-landsliðnum, Jóan Símun Edmundsson, úttikin, tí A-landsliðið er liðugt við sína undankapping og eingir dystir eru á skránni.

 

Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham, landsliðsvenjarar, hava úttikið hesar leikarar:

 

Víkingur: Erling D. Jacobsen, Páll Klettskarð, Kaj Leo í Bartalsstovu

B36: Høgni Eysturoy, Róaldur Jakobsen

HB: Rógvi S. Holm, Teitur Gestsson

ÍF: Karl Løkin, Dánjal á Lakjuni

07 Vestur: Hans Jørgensen

B68: Andre Olsen

FC Suðuroy: Heini Vatnsdal

KÍ: Sørmundur Kalsø

NSÍ: Klæmint A. Olsen

TB: Gilli Sørensen

FC Fyn (DK): Viljormur Davidsen

AB (DK): Gunnar Zachariasen

Newcastle (UK): Jóan Símun Edmundsson