Udo á Voxbotn

Frontfigururin í legendariska Accept verður eitt av høvuðsnøvnunum á Voxbotn í 2015

 

 

Tað verður ein av teimu heilt tungu dreingjunum innan rocksøguna, sum fer at framføra á Voxbotn komandi summar.

 

Udo Dirkschneider var frontfigurur í Accept, sum í 80’unum varð roknaður millum heimsins størstu heavy-bólkar. Og verður tosað um søguna hjá tungmálmstónleiki, so verða Accept og Udo roknað millum tey heilt stóru nøvnini.

 

Við løgum Balls to the Wall, Princess of the Dawn, Metal Heart, They Want War og Metal Machine var bólkurin slóðbrótandi fyri alheims tónleikin, og eftir at bólkurin gavst í 1987, stovnaði Udo sín egna bólk. Bólkurin eitur U.D.O., og í summar fáa føroyingar so høvið til at uppliva Udo í Vágsbotni.