62 ára gamli týski rocksangarin Udo Dirckschneider hevur í smá fjøruti ár givið tónleik út á plátum, fløgum og talgilt, og nú er hann aftur aktuellur við útgávu.
Útgávan er saman við bólki hansara, sum gongur undir navninum U.D.O. Hetta er sami bólkur, sum í summar skal spæla á Voxbotn tiltakinum í Havn.
Nýggja útgávan hjá U.D.O. kallast Decadent.
Við at trýsta á pílin í myndini omanfyri ber til at hoyra ein av sangunum á nýggju útgávuni.