UEFA: Christian Eriksen er vaknaður – dysturin útsettur

EM 2020: UEFA hevur boðað frá, at Christian Eriksen er vaknaður, eftir at hann small um í dystinum móti Finnlandi

Tað fór ein skelkur gjøgnum allan fótbóltsheimin, tá Christian Eriksen eftir 40 minuttir av EM-dystinum móti Finnlandi í dag small um. Bæði evropsiska og danska fótbóltssambandið hava nú boðað frá, at danski landsliðsspælarin er vaknaður aftur og er farin til víðari kanningar.

 

Christian Eriksen gav ikki tekin frá sær, meðan hann lá á vøllinum. Samarittar, læknar og onnur hjálparfólk góvu honum hjartamassagu. Hann bleiv síðani fluttur á børu av Parkini.

 

UEFA og DBU hava fyri løtu síðan lagt út á eitt nú sosiala miðilin Twitter, at Christian Eriksen er vaknaður aftur og skal nú til víðari kanningar. Dysturin millum Danmark og Finnland er fyribils útsettur.

 

##ms##