UEFA Cup skiftir navn

Komandi kappingarár eitur UEFA Cup ikki UEFA Cup longur. UEFA boðaði fríggjamorgunin frá, at kappingin frá komandi kappingarári skal eita UEFA Europa League. Hetta kemur sum avleiðing av skipanini í kappingini, sum eisini inniheldur bólkaspæl, og tí er ikki hóskandi at hava Cup í navninum. Komandi kappingarár vera 12 bólkar við fýra liðum hvør. Í ár møta liðini hvørjum øðrum eina ferð, men komandi kappingarár sleppa liðini at møta hvørjum øðrum tvær ferðir í bólkaspælinum - bæði á heima- og útivølli.