UEFA: Hetta hendir um Slovan-gølan endurtekur seg

Tað eru nú greiðar mannagongdir, um korona ger um seg til komandi landsdystirnar

UEFA hevur í dag almannakunngjørt hvat hendir, um korona ger um seg í komandi landsdystunum, eins og tað gjørdi hjá Slovan Bratislava, sum endaði við at tapa dystin móti KÍ í 1. umfari í Champions League. Tað eru dystir í Nations League og EM-undankappingini fyri U21-landslið.

Gongur tað heilt galið, so verður tað evropesiska fótbóltssamgongan, sum kemur at avgera úrslitið við lutakastið. Hetta er galdandi, tá tað ikki ber til at flyta dystin, sum kann verða ein avbjóðing, tí skráin er so tøtt komandi kappingarár.

Føroyska A-landsliðið skal spæla móti Malta og Andorra, og U21-landsliðið skal spæla móti Ísrael og Norðurmakedonia.

Her eru mannagongdirnar hjá UEFA:

1: Ein dystur verður spældur, um liðini kunnu møta við í minsta lagi 13 spælarum, har av ein er málverji, sum allir hava negativa koronatest. Tað eru tó altíð lokali myndugleikin, sum hevur evsta vald og kann avlýsa dystin

2: UEFA ger eina roynd at flyta dystin, um tað ikki eydnast liðunum at møra við teimum neyðugu 13 spælarunum, har ein er málverji. Í hesum førinum er møguleiki fyri, at dysturin verður spældur á uttanveltaðum vølli í øðrum landi. Heimaliðið eigur tá ábyrgdina fyri útreiðslum og fyriskipan av nýggja dystinum.

3: Kann dysturin ikki flytast til ein nýggjan dato, tekur UEFA yvir. Liðið, sum ikki kann møta við neyðugu spælarunum, verður mett at hava trekt seg, uttan so at UEFA metir, at hvørki av liðunum kann metast at hava havt ábyrgd fyri støðuni. Er tað støðan, so fer UEFA at avgera dystin við lutakasti. Her eru møguleikarnir 1-0 sigrar til heimaliðið ella útiliðið, ella ein máleysur javnleikur.

4: Verður ein limur av dómaraliðnum positivur fyri koronu, er tað møguligt hjá UEFA at seta ein nýggjan dómara frá vertstjóðini. Hesin nýtist ikki at verða FIFA-dómari.