UEFA menningarkapping: Bosnia og Ísland struku avstað

Við 3-1 sigri á Føroyum og 5-1 sigri á Estlandi, fingu Bosnia Hersigovina og Ísland eina góða byrjan uppá UEFA menningarkappingina, sum í hesum døgum er í Føroyum

Mynd: FSF/Finnur Justinussen

FSF skrivar:

 

- Við 3-1 sigri á Føroyum og 5-1 sigri á Estlandi, fingu Bosnia Hersigovina og Ísland eina góða byrjan uppá UEFA menningarkappingina, sum í hesum døgum er í Føroyum

 

——————

 

Eftir eitt sindur av órógv í flogferðsluni, eydnaðist umsíðir at sparkað UEFA menningarkappingina fyri U16/U17 landslið við dreingjum, sum í hesum døgum er í Føroyum, í gongd.

 

Fyrsta umfar varð spælt fríggjadagin, og við sigrum á Føroyum og Estlandi, komu Bosnia Hersigovina og Íslandi væl frá byrjan.

 

Bosnia vann 3-1 á Føroyum, eftir 1-0 leiðslu í steðginum. Føroyska liðið javnaði til 1-1 tá átta minuttir vóru spældir av seinni hálvleiki við málið sum Emil Ludvig Jacobsen skoraði.

 

Í seinni dystinum vann Ísland stórsigur á Estlandi. Úrslitið gjørdist 5-1 til Ísland, sum var á odda 1-0 í hálvleikinum. Estar fingu spenning í dystin stutt eftir steðgin tá teir javnaðu til 1-1 við brotssparki. Men íslendingar settu síðani ferðina upp, og vunnu til endan 5-1.

 

Annað umfar í UEFA menningarkappingini verður spælt sunnudagin 1. mars. Klokkan 12:15 møtast Ísland og Bosnia Hersigovina, og klokkan 15:00 spæla Estland og Føroyar.

 

M Y N D I R

 

Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo. Kostnaðurin er 50 krónur fyri vaksin, meðan børn og ung (0-17 ár) hava ókeypis atgongd. Tó skulu børn og ung skráseta seg fyri einum atgongumerki, sum fæst í nethandlinum. Atgongumerki eru galdandi fyri báðar dystirnar á degnum. Skrivar FSF. 

 

Mynd: FSF/Finnur Justinussen