Tað hevur verið ein stór gleði og ein stórur forrættur hjá FM1 og in.fo at servisera lurtarunum hjá FM1 og brúkarunum hjá in.fo við ljóðsamrøðum, ið reportarnir hjá FM1 hava gjørt í Mixed Zone økinum aftaná landsdystir.
Men møguleikin hjá FM1, in.fo, portal.fo, bolt.fo, vp.fo, jn.fo og nordlysid.fo at gera ljóðsamrøður og videosamrøður er nú stongdur.
UEFA krevur av FSF sambært portal.fo, at bara loyvishavarin til dystirnar, í hesum førinum Kringvarp Føroya sleppur at gera samrøður í Mixed Zone økinum aftaná landsdystir.
Fyri serliga FM1, in.fo og portal.fo sum hava gagnnýtt Mixed Zone fyri sínum hyggjarum/lurtarum/brúkarum er hetta ein stórur kjaftfiskur at fáa.
Hans Erik Danielsen miðlamaður hjá FSF sigur við portal.fo, at talan eru um eina avgerð hjá høvuðsskrivstovuni hjá UEFA, ið FSF einki fær gjørt við.
Kringvarpið hevði monopol fram til 1999. Nú hevur UEFA so fyribils syrgt fyri, at hetta monopolið er aftur galdandi í Mized Zone á Tórsvølli.