Ukraina aftur lopið á russiskt oljureinsiverk

Sagt verður, at evropeiskar rakettir av slagnum, Storm Shadow, vórðu brúktar í ukrainska álopinum

 

Ukrainski herurin hevur aftur lopið á eitt russiskt oljureinsiverk - hesaferð við rakettum.

 

Tað upplýsir ukrainski herurin.

 

Í einum boðum á Telegram siga ukrainar, at álopið elvdi til fleiri spreingingar við Novosjakhtinsk-oljureinsiverkið í Rostov-fylkinum.

 

Sagt verður, at evropeiskar rakettir av slagnum, Storm Shadow, vórðu brúktar í ukrainska álopinum.

 

Verjumálaráðið í Russlandi sigur í dag, at russiski herurin hevur tikið ræðið yvir ukrainsku bygdini, Svjato-Pokrovske í Donetsk, har eysturi í Ukraina.

 

Myndugleikarnir í russiska býnum, Temrjuk í Krasnodar-fylkinum, siga, at eitt ukrainskt dronuálop setti eld á petroleumstangar í økinum.

 

- Álopini í Russlandi og í Ukraina eru ikki váttað av óheftum keldum, veit norska kringvarpið NRK at siga í dag.

 

Reuters veit í dag at siga, at ukrainski herurin hevur brúkt langtrøkkandi dronur til álop á russisk orkuverk í býunum, Temrjuk og Orenburg.

 

- Orenburg liggur einar 1000 kilometrar úr ukrainska markinum, leggur Reuters aftrat.