Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur á tíðindafundi, at Ukraina hevur verið fyrireikað upp á russisk álop í Kharkiv-regiónini. - Trupulleikin verður, um Russland sendir fleiri herfólk til økið.

Ukraina fær enn størri styrk úr USA

Nýggi stuðulspakkin fer at koma, samstundis sum Russland er í gongd við stórálop á Kharkiv-regiónina har eysturi í Ukraina.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur á tíðindafundi, at Ukraina hevur verið fyrireikað upp á russisk álop í Kharkiv-regiónini. - Trupulleikin verður, um Russland sendir fleiri herfólk til økið.

USA ætlar nú at lata Ukraina enn ein nýggjan hernaðarligan stuðulspakka, sum er verdur 400 milliónir dollarar.

Tað veit Reuters at siga, og tíðindastovan endurgevur Politico.

Í nýggja stuðulspakkanum eru eitt nú patriot-rakettir, stinger-rakettir, pansaraakfør av merkinum Bradley, og her eru javelin anti-tank-vápn, sum tey verða rópt.

Sagt verður um anti-tank-vápn, at tey eru sera effektiv móti stríðsvognum.

Nýggi stuðulspakkin fer at koma, samstundis sum Russland er í gongd við stórálop á Kharkiv-regiónina har eysturi í Ukraina.

Kharkiv er næst størsti býur í Ukraina, og býurin liggur skamt úr markinum millum Ukraina og Russland.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur á tíðindafundi í dag, at Ukraina hevur verið fyrireikað upp størri russisk álop í Kharkiv-regiónini.

- Trupulleikin kann gerast, um Russland sendir enn fleiri herfólk til økið, leggur forsetin aftrat.