Ukraina fær meira loftverju frá Nato

Í dag samdist verjusamgongan Nato um at lata Ukraina fleiri loftverjuskipanir.

 

Hetta veit Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, at siga í dag eftir ein fund í Nato-Ukrainaráðnum.

 

- Nato hevur fingið greiðu á tí kapasiteti, sum verjusamgongan hevur, og tað eru skipanir, sum kunnu veitast Ukraina.

 

Jens Stoltenberg segði eftir fundin, at hann tískil væntar nýggjar fráboðanir um loftverjuskipanir til Ukraina skjótt.

 

Tað eru fleiri Nato-lond, sum siga seg vilja lata Ukraina loftverjuskipanir.

 

- Umframt Patriot-skipanina, eru tað eisini aðrar loftverjuskipanir, sum verjusamgongan kann lata Ukraina.

 

Jens Stoltenberg segði, at onnur lond, sum einki hava at lata, hava sagt seg vilja veita fíggjarligan stuðul, so Ukraina kann keypa fleiri skipanir.

 

Í løtuni er ikki greitt, hvussu nógvar loftverjuskipanir Ukraina fær í hesum umfari.

 

Hetta veit www.dagbladet.no at siga í kvøld.