Frá fundi í Jedda. Amerikanski uttanríkisráðharrin State Marco Rubio høgru megin saman við ukrainsku og amerikonsku sendinevndunum í Jeddah. Mynd: Handout/AFP/Ritzau Scanpix

Ukraina góðtekur amerikanskt uppskot um vápnahvíld

Ukraina hevur góðtikið eitt amerikanskt uppskot um vápnahvíld alt fyri eitt

Frá fundi í Jedda. Amerikanski uttanríkisráðharrin State Marco Rubio høgru megin saman við ukrainsku og amerikonsku sendinevndunum í Jeddah. Mynd: Handout/AFP/Ritzau Scanpix

Ukraina stuðlar einum amerikanskum uppskoti um 30 daga vápnahvíld beinanvegin í krígnum við Russland.

Tað siga Ukraina og USA í felags fráboðan sambært Reuters.

Yvirlýsingin kom eftir fundin týsdagin millum eina ukrainska og eina amerikanska sendinevnd í Jeddah í Saudiarabia.

Vápnahvíldin er treytað av góðkenning frá russarum, stendur í fráboðanini.

Verður 30 daga vápnahvíldin veruleiki, kann hon leingjast eftir sínámillum avtalu.

/Ritzau/