Vinnarin í Grønlandi fer at søkja felagsskap í stjórnarsamráðingum

Formaðurin í Demokraatit útihýsir ikki nøkrum samstarvsfelaga í stjórnarsamráðingum í Grønlandi.

Jens-Frederik Nielsen (annar frá vinstru) er til reiðar at fara í stjórnarsamráðingar við opnum sinni. Hann leggur dent á týdningin av semju um grønlendsku sjálvstýristilgongdina. - Myndapartur: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Jens-Frederik Nielsen, formaður í Demokraatit, sigur eftir valsigurin hjá flokkinum á landstingsvalinum í Grønlandi, at flokkur hansara er til reiðar at rætta øllum flokkum eina hond í samráðingum um at skipa stjórn.

 

- Tað er umráðandi at søkja felagsskap, serliga tá vit síggja, hvat hendir uttanlands.

 

- Tað kann vera, at okkurt av tí, sum vit skulu semjast um, er sera trupult, men vit mugu vera opin um tað, sigur hann, sambært KNR, í formanskjakinum, sum var í gjárkvøldið.

 

Liberali flokkurin Demokratarnir, sum fekk 29,9 prosent av atkvøðunum, fór millum annað á val upp á fiskivinnupolitikkin.

 

Og flokkurin er fyri, at tilgongdin at loysa frá Ríkisfelagsskapinum, sum hevur verið ein miðdepil í valstríðnum, verður framd stillisliga og friðarliga í samstarvi við donsku stjórnina.

 

Her hevur serliga amerikanski forsetin, Donald Trump, blandað seg uppí við ynski hansara um at fáa ognarrætt til Grønland.

 

- Vit skulu hava eina róliga kós í mun til USA. Hvat ríkisskipanini viðvíkur, so mugu vit fyrst byggja grundarlagið upp. Vit fara ikki at byggja húsini frá skorsteininum niður, segði Jens-Frederik Nielsen.

 

Í spurninginum um loysing og grønlendskt sjálvstýri hevur Demokraatit ikki somu kós sum næststørsti flokkur á tingi, Naleraq, sum ynskir loysing skjótast gjørligt.

 

- Tað er næststørsti flokkur, so tú sleppur ikki um teir. Men vit útiloka ikki hinar flokkarnar frammanundan.

 

- Grønland hevur brúk fyri, at vit standa saman, so tað verður útgangsstøðið fyri okkara samráðingum. Nógv stór ting henda um allan heimin, og tað er umráðandi, at vit hava eina rødd og eina felags rødd, sigur Jens-Frederik Nielsen sambært KNR.

 

Naleraq, sum fekk 24,5 prosent av atkvøðunum á valinum, er til reiðar at fara undir samráðingar við opnum sinni, sigur formaðurin Pele Broberg.

 

Sama er galdandi fyri IA, sum saman við stjórnarfelagnum Siumut fekk ein ordans lúsing frá veljarunum og minkaði munandi.

 

Men sitandi landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede (IA), er ikki til reiðar at vera verandi í stjórnini fyri einhvønn prís.

 

- Vit eru sjálvandi til reiðar, men samráðingarnar skulu eisini hava innihald, sigur hann.

 

Demokraatit fáa 10 sessir á tingi, meðan Naleraq fær 8, IA 7, Siumut 4 og Atassut 2 sessir.

 

/Ritzau/

 

Jens-Frederik Nielsen (annar frá vinstru) er til reiðar at fara í stjórnarsamráðingar við opnum sinni. Hann leggur dent á týdningin av semju um grønlendsku sjálvstýristilgongdina. - Myndapartur: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix