Dagfinn Højgaard, Tórshavn
Føroyskt er ikki eitt eindarmál, men fleiri dialektir (variatiónir) av sama máli. Ongin av hesum dialektum hevur framíhjárætt framum nakra aðra til heitið rætt føroyskt; allar eru rætt føroyskt bara í hvør síni útgávu
Ein tann mest ógvusligi munurin á føroyskum dialektum, og sum býtir føroyingar upp, í forholdinum 60/40 er úttalan av tvíljóðsbókstavinum ei-, har uml. 60% siga ai- og hini uml. 40% siga oi-.
Í upprunaligum føroyskum orðum er hetta ongin trupulleiki, tí eitt orð sum t.d. meira verður av einum havnarmanni úttalað maira og av einum klaksvíkingi moira.
Øðrvísi er við fremmandaorðum/-nøvnum. Tá t.d. eitt danskt orð sum kaj festir rót í føroyskum (og 100% av føroyingum nýta upprunaligu donsku úttaluna kai) so ber ikki til at stava orðið út frá ai- úttaluni hjá áðurnevndu 60%, tvs. kei, tí hendan stavsetingin blívur jú úttalað koi á norðanmáli, í tráð við føroyskar málreglur. Man hevur tí valt at stava orðið beint fram kai á føroyskum. Sama er við navninum á mánaðinum Maj, sum stavast Mai á føroyskum, o.s.fr.
Skúlbókagrunnurin gjørdi ein Mega feil tá ið sokallaða føroyska heimskortið bleiv útgivið. Á hesum heimskorti, sum bara uml. 60% av føroyingum kunnu lesa uttan at fáa nøvnini skeivt í hálsin, hava óteljandi lond fingið navnabroyting, sæð við norðaneygum. Tailand er blivið til Toiland (Teiland), Paraguay til Paraguoi (Paraguei), Malaysia til Maloisia (Maleisia) o.s.fr. Ógvuliga tápuligt og beinleiðis stavifeilir í mínum eygum. Var heimskortið ikki ætlað øllum føroyingum?
Um vit skulu hava eitt felags føroyskt skriftmál, sum tekur hensyn til allar tær føroysku dialektirnar, so finst bara ein røtt stavseting fyri felags ai- ljóðið hjá øllum føroyingum, og hon er beint fram, ai-.
Hesi fremmandu nøvn eiga tískil at stavast soleiðis á (felags-)føroyskum: Ukraina, Paraguai, Malaisia, Uruguai, Brunai, Taivan, Jamaika, Himalaia o.s.fr. So verður úttalan tann sama, fyri bæði havnarmannin og klaksvíkingin.