Ukraina og Moldova nærri ES-limaskapi

Men, vegurin fram til ES-limaskap kann gerast drúgvur hjá báðum londunum.

Í dag letur ES alment upp fyri samráðingunum hjá Ukraina og grannalandinum, Moldova, at gerast limir í Evropeiska Samveldinum.

Bæði londini søktu um ES-limaskap beint eftir russisku innrásina í Ukraina í februar í 2022 - ella fyri stívliga tveimum árum síðan.

 

Men, vegurin fram til ES-limaskap kann gerast drúgvur.

 

Samráðingarnar eru býttar upp í 35 sonevndar partar, har umsøkjaralondini noyðast at skipa sína lóggeving sambært ES - í hvørjum parti sær.

 

- Áðrenn hvør partur kann sigast at verða avgreiddur, skulu øll ES-londini geva sítt samtykki, veit tíðindastovan NTB at siga. 

 

Lagt verður aftrat, at skipanin soleiðis gevur einstøku londunum møguleikan at leingja tilgongdina hjá Ukraina og Moldova til ES, verður lagt aftrat.