Patrik Johannesen og liðfelagarnir í Breiðablik eru nú fýra stig aftanfyri oddaliðið í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, Víking Reykjavík.
Breiðablik tapti í kvøld 0-1 fyri FH á Kaplakrika vøllinum á Hafnarfirði. FH skoraði sigursmálið stutt undan steðginum.
Patrik byrjaði inni fyri Breiðablik, og var skiftur út í 56. minutti.
Breiðablik er nummar tvey í deildini við 26 stigum. Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík hava 30 stig á fremsta plássinum.
Komandi leygardag klokkan 15 spælir Breiðablik dyst á útivølli á Ísafirði móti Vestri.
Eftir tað spæla Patrik og liðfelagarnir tveir dystir í Conference undankappingini móti Tikves úr Norðurmakedonia.