Sligo Rovers vann á heimavølli

Liðið hjá Stefani Radosavljevic kom á sigursslóðina aftur

Stefan Radosavljevic var á vøllinum seinasta korterið av dystinum, tá lið hansara, Sligo Rovers kom á sigursslóðina aftur aftaná tvey tap á rað í bestu írsku fótbóltsdeildini.

 

Sligo Rovers vann í kvøld á heimavølli 2-0 á Shamrock Rovers. 

 

Simon Power legði Sligo á odda í 74. minutti, og 12 minuttir seinni økti sami Simon Power til 2-0.

 

Sligo er nummar sjey í deildini við 28 stigum fyri 22 dystir.

 

Sligo hevur seks stig upp til Waterford, ið er á triðja plássinum sum gevur atgongd til Conference League komandi kappingarár. 

 

Komandi hóskvøld klokkan 19.45 tekur Sligo móti Derry City á heimavølli.