KONSERT
Leygardagin verður fjøltáttað konsert í Norðurlandahúsinum. Byrjað verður við M.C. Restorff, sum syngur tríggjar sangir við egnum fylgispæli.
Eftir henda heimliga inngang koma høvuðsnøvnini á pallin. Teir eru operasangararnir Vasyl Chepelyuk og Mykhailo Lazuka úr Ukraina. Á skránni hava teir fólkasangir og romansur úr heimlandinum, kosakk-sangir og brot úr vesturlendskum verkum eftir Verdi, Puchini og Schubert, eins og sálmar sum ?Amazing Grace?. Og ikki at gloyma Santa Lucia, nú jólini eru í nánd.
Vasyl Chepelyuk er føddur í landslutinum Volyn í Ukraina 1954. Í sjeytiárunum læs hann tónleik í Lutsk og seinni á lærda mentunarháskúlanum í høvuðsstaðnum Kyiv (Kiev). Í 1989 fekk Vasyl heitið heiðurssangari í Ukraina og í 1993 varð hann kosin ukrainskur tjóðsangari. Hetta er hægsta heitið, útinnandi listafólk kunnu fáa í Ukraina. Síðani 1997 hevur Vasyl starvast saman við Filharmoniska orkesturinum í Volyn, har hann eisini undirvísir. Hann hevur havt konsertir í øllum pørtunum av gamla Sovjettsamveldinum og í Eysturevropa, Týsklandi, Svøríki og Danmark.
Mykhaylo Lazuka er føddur í landslutinum Zhytomyr í Ukraina 1957. Miðskeiðis í sjeytiárunum var hann í sovjettiska herinum og luttók í deildini fyri dansi og sangi. Í 1977 fekk hann starv sum sangari í Filharmoniska orkestrinum í Zhytomyr og eitt ár seinni í Filharmoniska orkestrinum í Volyn, har hann enn starvast saman við Vasyl Chepelyuk. Mykhaylo hevur lisið tónleik á lærda háskúlanum í Rivno. Í 1995 fekk hann heiðursløn frá ukrainska forsetanum og árið eftir, í 1996, fekk Mykhaylo sama heiður sum starvsfelagin Vasyl, tá hann varð kosin at vera ein av ukrainsku heiðurssangarunum. Mykhaylo hevur eins og Vasyl havt konsertir í øllum pørtum av gamla Sovjettsamveldinum og í Eysturevropeisku londum, Týsklandi, Svøríki og Danmark.
Skráin hjá operasangarunum báðum byrjar við ?O! Sole Mio?. Síðani verða vit førd víðari við Vasyl, sum syngur úr La Traviata og Mykhailo, sum syngur ?Katarri?, ið er neapolitanskur sangur. Tilsamans fimm duettir eru á skránni, eitt nú tiltiknu kosakk-sangirnir, russiskir fólkasangir og heimsins kendasti sálmur ?Amazing Grace?.
Við á Føroyaferðini er eisini ungi harmonikusnillingurin Vsevolod Lazuka. Hann er sonur Mykhaylo og fer at luttaka ínnímillum í konsertskránni. Vsevolod spælir m.a.Vivaldi, sum hann í staðin fyri strúkarar hevur útsett fyri egna harmoniku.
Tað er føroyska deildin av Skandinavisku Barnamissiónini, sum hevur fingið vitjanina í lag. Føroyskt umboð er Ella Niclasen. Høvuðsskrivstovan hjá missiónini er í Malmö. Arbeiðsøkini hjá Skandinavisku Barnamissiónini eru Filipsoyggjar, har arbeitt verður millum børn í trongum korum, og í Ukraina, har millum annað arbeitt verður fyri geislaskæddu børnini úr Tjernobyløkinum.
Konsertin við ukrainsku operasangarunum verður í Høllini í Norðurlandahúsinum leygardagin 30. november klokkan 16:00. Við steðgi varir konsertin í tveir tímar. Atgongumerki, sum kosta 100,- krónur fáast í Húsinum og Kunningarstovuni í Havn.