Ukrainska sjóverjan: Eingi russisk skip eru í Azov havi

Sambært Ukraina hava øll russisk skip tikið seg úr Azovshavinum, sum er norðan fyri Kerch-sundið.

Øll russisk skip hava tikið seg úr Azovhavinum, sigur ein talsmaður fyri ukrainsku sjóverjuna seint í kvøld.

- Tað eru ikki longur russisk sjóverjuskip til staðar í Azovhavinum, skrivar talsmaðurin, Dmytro Pletentjuk, sambært tíðindastovuni Reuters.

Azovshavið liggur norðan fyri Kertjsundið og hevur eitt øki, sum er eitt sindur minni enn Danmark. Tað skilur russiska og ukrainska meginlandið frá Krim-hálvoynni, sum varð hertikið og lagt undir Russland í 2014.

Oyggin er altjóða viðurkend sum partur av økinum hjá Ukraina.

Ukrainskar sjóverjukeldur hava í fleiri mánaðir boðað frá væleydnaðum álopum á mál á Krim og aðrastaðni í Svartahavinum, og at Russland hevur verið noytt at flyta eina sjóverjustøð har.

 

/ritzau/