Ukrainskar herdeildir taka seg fram í Russlandi

- Átakið hjá okkara herdeildum at oyðileggja útgerð og vápn hjá hersetingarvaldinum heldur fram, sigur Volodymyr Zelenskyj, forseti.

Í einari útsøgn í dag sigur ukrainski forsetin, at hansara herdeildir í morgun hava tikið seg millum ein og tveir kilometrar fram í russiska Kursk-landslutinum.

 

- Tað hevur gingið framá í fleiri rætningum síðan í lýsingini í morgun, sigur Volodymyr Zelenskyj á sosiala miðlinum, Telegram.

 

Ukrainar siga seg hava skotið niður eitt russiskt bumbuflogfar av slagnum Su-34 í nátt, og hetta hendi eisini í Kursk-landslutinum.

 

- Haraftrat hava vit tikið 100 russiskar krígsfangar, verður lagt aftrat.

 

Á Telegram sigur ukrainski forsetin eisini, at átakið hjá hansara herdeildum at oyðileggja útgerð og vápn hjá hersetingarvaldinum heldur fram.

 

Tað eru eitt nú norsku tíðindastovurnar, Dagbladet og NTB, sum bera hesi tíðindi nú um middagsleitið í dag.