Hóskvøldið klokkan 19.45 spælir føroyska A-landsliðið triðja dystin í hesi Nations League kappingini.
Í heimadysti í Deild C bólki 4 taka Føroyar móti Armenia á Tórsvølli. Føroyar hava eitt stig fyri tveir dystir, meðan Armenia hevur trý stig fyri tveir dystir.
Høvuðsdómari til dystin verður 35 ára gamli ukrainin, Oleksiy Derevinskyi.
Talan verður um fyrsta A-landsdystin hjá Oleksiy Derevinskyi, ið hevur dømt U17, U19 og U21 landsdystir síðani 2022. Oleksiy Derevinskyi hevur eisini síðani 2022 dømt dystir í evropeiskum kappingum fyri felagslið.
So tað er ikki tann mest altjóða royndi dómarin, ið fer at leiða dystin á Tórsvølli hóskvøldið. Tað hendir rættiliga ofta, at minni royndir dómarar døma í Føroyum. Tað sæst eisini ofta, tá føroysku felagsliðini royna seg í evropeiskum dystum.
Nations League C, Bólkur 4:
19:45 GMT - Tórshavn (Tórsvøllur)
FØROYAR - ARMENIA
Høvuðsdómari: Oleksiy Derevinskyi UKR
Hjálpardómari 1: Semen Shlonchak UKR
Hjálpardómari 2: Viktor Matyash UKR
Fjórði dómari: Vitaliy Romanov UKR
UEFA Dómaraeygleiðari: Laurent Duhamel FRA
UEFA Umboð: Kari Haapiainen FIN
(UEFA hevur enn ikki ásett VAR dómara og VAR hjálpardómara til dystin).