Her er Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, á vitjan í Ukraina, her í práti við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj. Tað er lítið hugsandi, at Zelenskyj tekur undir við Anders Fogh Rasmussen.

Ukrainskur Nato-limaskapur kann ikki góðtakast

Fyrrverandi Nato-aðalskrivari heldur, at Ukraina - uttan tey landaøki, sum Russland í dag hevur eftirlitið við - kann gerast partur av Nato.

Her er Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, á vitjan í Ukraina, her í práti við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj. Tað er lítið hugsandi, at Zelenskyj tekur undir við Anders Fogh Rasmussen.

Russiska uttanríkisráðið sigur í einari útsøgn í dag, at ukrainskur Nato-limaskapur kann ikki góðtakast.

 

- Hvørki í einum ella øðrum formi, sigur talskvinnan hjá russiska uttanríkisráðnum, Maria Zakharova.

 

Fyrrverandi Nato-aðalskrivarin, Anders Fogh Rasmussen, hevur skotið upp, at Ukraina verður partur av verjusamgonguni.

 

Anders Fogh Rasmussen heldur, at Ukraina - uttan tey landaøki, sum Russland í dag hevur eftirlitið við - kann gerast partur av Nato.

 

Tað skrivar The Guardian, sum eisini endurgevur talskvinnuna hjá russiska uttanríkisráðnum,  Mariu Zakharovu.

 

 

 

 

 

Her er Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, á vitjan í Ukraina, her í práti við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj. Tað er lítið hugsandi, at Zelenskyj tekur undir við Anders Fogh Rasmussen.