Ulla og Jacob leiða sjómansheim

Familjan hjá Jacob Tindalíð hevur sínar røtur í Føroyum, men hann er triðja ættarlið í familjuni sum býr í Grønlandi.

Ulla og Jacob Tindalíð eru sett sum fyristøðufólk á sjómansheiminum í Nuuk frá 1. mars í ár at rokna. Tey avloysa Anne og Allan Majholm. Nógv í Nuuk kenna Ullu og Jacob Tindalíð frá summarlegunum í Naalersitaq, har børn og familjur úr Nuuk kunnu njóta eina livandi frítíð og hoyra um boðskapin, sum Bíblian ber.

 

Nýggju fyristøðufólkini hava búð í Nuuk, síðan tey vóru børn, og her búgva tey framvegis saman við synunum, Benjamin og Daniel, sum eru ávikavist 13 og 11 ár.

 

- Hetta arbeiðið rakar beint í hjartað, og tá vit hava búð í Nuuk meginpartin av okkara lívi, er grønlendska mentanin okkara heimavøllur. Hetta er eitt nýtt yrki, men nógv er kent, eitt nú málið. Vit hava í hvussu er bæði hugskot og stóran áhuga fyri starvinum, siga tey bæði við www.sermitsiaq.ag.

 

Ulla kemur úr einum starvi sum skrivari í heilsurøktini, er útbúgvin heilsuhjálpari og hevur eisini eina fíggjarútbúgving. Jacob hevur royndir innan marknaðarføring og sølu og hevur eitt nú HD í samskipan og leiðslu. Arbeiðsroyndir hansara eru eitt nú hjá Air Greenland og Tele Erhverv Salg.

 

- Tað hevur stóran týdning fyri okkum at arbeiða fyri Harran, soleiðis sum vit nú fáa høvi til gjøgnum sjómansheimið. Vit hava eisini leingi droymt um at arbeitt saman, og henda møguleika fáa vit nú. Hetta er veruliga eitt bønarsvar, og vit eru ovfarin, sigur Ulla Tindalíð.

 

Jacob Tindalíð sigur, at mamma Ullu arbeiddi á sjómansheiminum sum ung.

 

- Vit hava eisini havt tað fyri at fara oman á sjómansheimið at eta stokt egg og beykon saman við verfaðir, sigur Jacob Tindalíð brosandi. Familjan hjá Jacob hevur sínar røtur í Føroyum, men hann er triðja ættarlið í familjuni sum býr í Grønlandi.