Dagarnar 13. til 17. mai spælir føroyska manslandsliðið í hondbólti tveir HM Play Off dystir móti antin Bosnia Hersogovina ella Kosovo.
Útidysturin verður spældur 13. ella 14. mai, og heimadysturin verður spældur 16. ella 17. mai.
HM verður leikt í Týsklandi millum 13. og 31. januar 2027. Vertsbýir eru Köln, München, Kiel, Hannover, Magdeburg og Stuttgart. Í Kiel og Hannover er talan um heimavallirnar hjá liðunum hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Vilhelmi Poulsen, THW Kiel og Hannover-Burgdorf. Millumumførini vera leikt í Hannover og Köln. Avgerandi dystirnir vera leiktir í Köln.
Um Føroyar megna at vinna ein samlaðan sigur á Bosnia Hersogovina ella Kosovo, so koma okkara í næstovasta styrkisbólkin til HM-lutakastið.
Altjóða hondbóltssamgongan, IHF hevur kunngjørt styrkisbólkarnar, ið eru hesir:
Styrkisbólkur 1: Danmark, Týskland, Kroatia, Ísland, Portugal, Svøríki, Egyptaland, Argentina.
Styrkisbólkur 2: Frakland ella Kekkia, Finnland/Montenegro/Slovenia, Noreg/Turkaland/Rumenia, Serbia, Litava/Ungarn, Spania/Georgia/Ísrael, Sveis/Italia, Bosnia Hersogovina/Kosovo/FØROYAR, Ukraina/Slovakia/Norðurmakedonia.
Styrkisbólkur 3: Niðurlond/Grikkaland/Belgia, Eysturríki/Pólland/Lettland, Brasil, Bahrein, Tunesia, Grønhøvdaoyggjar (Kap Verde), Chile, 1 lið úr Norðuramerika/Karibia.
Styrkisbólkur 4: Katar, Kuveit, Japan, Algeria, Angola, Uruguay, Wild Card 1, Wild Card 2.
Drigið verður í München 10. juni.











