Um fýra ár skal Tórshavnar kommuna ikki brúka olju longur

Nú verður rættilig ferð sett á at leggja høvuðsstaðin um til grøna orku

Nú verður rættilig ferð sett á arbeiðið at byggja fjarhitanetið í Havn, út. Tað sigur Fjarhitafelagið í einum tíðindaskrivi beint nú.

 

Tey siga, at tey hava fingið Betri Banka, og Betri Pensjón at fíggja arbeiðið at byggja fjarhitanetið út. Og tað merkir, at nú kemur ferð á arbeiði at útbyggja fjarhitanetið.

 

Endamálið er, at hesi næstu árini skulu einir 5000 hús og bygningar í Tórshavnar kommunu skifta hita frá olju til burðardyggar hitaskipanir, sigur Fjarhitafelagið.

 

Tað eru góð 10 ár síðan, at farið varð at leggja fjarhita í kommunalar bygningar. Eitt nú kann nevnast at Svímjihøllin í Gundadali, Musikkskúlin, Skúlin á Fløtum, Glasir, og nógvir stovnar annars, hava fjarhita.

 

Gistingarhúsini, Hotel Brandan, og Hotel Hilton hava eisini fingið sær fjarhita. Og hesa næstu tíðina skulu Gundadalshøllin, Fimi og Landsjúkrahúsið eisini knýtast í fjarhitaskipanina.

 

 Fjarhitafelagið sigur, at ætlanin er, at í 2027 skulu øll oljufýr hjá Tórshavnar kommunu vera skift út við grønar orkukeldur. Tað merkir, at CO2-útlátið verður bara eina helvt av tí tað var í 2016.

 

Í løtuni eru umleið tað umleið 1.700 hús og bygningar, sum hava fjarhita.