Um Livar

Livar Nysted (1970) býr í Hvannasundi, er giftur Svannu og tey eiga fýra børn, Jónu, Joan, Tóru og Ronju.

Livar hevur róð kapp í mong ár og hevur millum annað vunnið trý Føroyameistaraheiti. Men tað er fyri túrarnar á víðopnum havi, at Livar er vorðið eitt kent andlit í Føroyum. Í 2005 royndu hann og tríggir vinmenn at rógva til Hetlands. Henda royndin miseydnaðist, tí teir máttu gevast vegna veður bara 18 fjórðingar frá málinum. Í dag, átta ár seinni, hevur Livar róð tvær ferðir um Atlantshavið. Fyrra ferðin var umborð á Artemis Investments frá New York til Scilly Oygjarnar í 2010, har teir settu tvey heimsmet. Seinni túrurin var fyrr í ár, tá hann saman við sjey øðrum róði av Kanarisku oyggjunum til Barbados. Nú hevur hann so róð tvørtur um Indiska Havið – eisini her var Livar við at seta heimsmet.