Um mvg av skrásetingargjaldi

Kári P. Højgaard, floksformaður, Sjálvstýrisflokkurin
-------------
Sjálvstýrisflokkurin hevur áhaldandi roynt at fáa sligið fast nakrar meginreglur um rættartrygd í málinum um óheimilað meirvirðisgjald av skrásetingargjaldi av bilum.

Á landsfundinum í 2008 heittu limirnar á politisku myndugleikarnar um at taka málið upp. Tá ið hetta ikki varð gjørt, legði tingmanningin fram uppskot til løgtingslóg um viðferð teirra, ið hava goldið meirvirðisgjald av skrásetingargjaldi. Uppskotið var einfalt at víkja frá fyrning í málinum, men annars at lata dømandi valdið gera úrskurð, hvørt talan var um óheimilað kravt gjald.

Málið fekk tíverri ikki undirtøku, men nú hevur fíggjarmálaráðharrin í sjónvarpssending róð framundir, at fólk kortini eiga at verða javnsett, somu áskoðan hevur formaðurin í Fíggjarnevndini borið fram alment. Tað hendir, hóast mangir borgarar skrivliga hava fingið boð um, at krøvini verða mett fyrnaði eftir vanligari 5-ára freist.

Hesin mismunur og henda ógreiða hava vakt ans í samfelagnum og baklandi okkara. Landsnevnd Sjálvstýrisfloksins hevur heitt á tingmanningina um at leggja nevnda uppskot framaftur. Tingbólkurin er sinnaður at gera tað, men ruddiligast var, um landsstýrismaðurin og TAKS í felag meldaðu greitt út, herundir skrivliga til hvønn einstakan, ið hevur gjørt vart við seg við kæru ella á annan hátt, at landið ikki fer at gera fyrning galdandi, í øllum førum ikki fyrrenn frá tí degi, tá ið fyrsti kærunevndarúrskurðurin varð sagdur.

Tí verður hervið alment heitt á Føroya Landsstýri um at gera greitt, hvørja støðu landið hevur, so sleppast kann undan at viðgera hetta sum politiskt stríðsmál á tingi.