Kemur bankamálið so langt, at samráðingarnar ikki eru byrjaðar, tá fyrningarfreistin er úti, so vil Fíggingargrunnurin stevna Den Danske Bank, sigur Knud Heinesen, formaður í grunninum.
Tað er einki loyndarmál, at løgmaður vísti formanninum í Fíggingargrunninum aftur, tá hesin vildi tosa við Landsstýrið um, hvussu bankamálið á skilabesta hátt kundi avgreiðast.
Síðani hevur Landsstýrið einasamalt havt útspælið, men higartil er einki spurt burturúr.
Fíggingargrunnurin er annars tann náttúrligu mótparturin til Danske Bank, av tí at hann sat hinumegin borðið, tá partabrævaumbýtið fór fram.
Av tí at val varð útskrivað, seinkaði tað enn meira bankamálið, og í dag veit eingin, hvat víðari skal henda í málinum.
Spurningur um fyrningarfreistina
Tað er einki komið fram um, hvørt Danske Bank enn einaferð gongur við til at leingja fyrningarfreistina, sum er 30. apríl. Hetta er samstundis valdagur í Føroyum.
Knud Heinesen, formaður í Fíggingargrunninum, sigur við Sosialin, at málið er í Landsstýrinum.
Vit halda tað vera mest náttrúligt at danska stjórnin og Landsstýrið gera eina roynd at loysa bankamálið.
Kunnu partarnir ikki tað, áðrenn freistin er úti - antin henda sum nú er galdandi, ella møguliga onnur, sum partarnir kunnu koma ásamt um - so fer Fíggingargrunnurin at liva upp til sína ábyrgd.
Tað merkir, at vit fara at stevna Den Dansek Bank, sigur Knud Heinesen.
Danske Bank kennir sjónarmiðini
Hava Fíggingargrunnurin og Den Danske Bank tosa saman um málið?
Eg kann upplýsa, at vit hava tosað saman. Den Danske Bank kennir sjónarmiðini hjá grunninum. Tað er júst hesi, sum eg nú havi sagt við Sosialin, sigur Knud Heinesen.
Hann veit ikki, um Danske Bank gongur við til at leingja fyrningarfreistina. Spurdur, hvussu leingi Fíggingargrunnurin vil lata Landsstýrið hava útspælið, sigur Knud Heinesen, at vónandi verður skjøtil settur á samráðingarnar millum Landsstýrið og stjórnina sum skjótast. Annað vil Knud Heinesen ikki siga í løtuni.