Um tey 7000 flýggjandi donsku postboðini o.a.

Heri Simonsen

Í farnu viku stóð at lesa í einum tíðindastubba í Sosialinum: “Tað er eftir øllum at døma ikki serliga hugaligt at vera postboð í Danmark. Í hvussu er søgdu næstan 7.000 postboð upp í fjør (2006)”. Og her kann ein skunda sær at leggja aftrat, at støðan var enn verri í 2005. Tá søgdu næstan 10.000(!!) postboð upp í Danmark.

Veðurlagið hjálpir ikki

Danmark hevur eitt væl betri veðurlag enn Føroyar. Hagfrøðiliga hava teir 190 dagar við ælingi/regni meðan Føroyar hava 280 dagar við ælingi/regni. Danmark hevur hagfrøðiliga 1.700 sóltímar um árið. Føroyar hava 800 sóltímar árliga. Miðalhitin í Danmark er hagfrøðiliga 5-6 hitastig heitari enn í Føroyum. Í juli/august hava teir 16-17 hitastig, meðan vit liggja um tey 11 hitastigini. Haraftrat liggur Danmark væl sunnari enn Føroyar, og tískil hava teir 2-3 tímar meir dagsljós á hávetri, enn vit hava í Føroyum. Hóast postboðini í Danmark hava allar hesar veðurligu og praktisku fyrimunirnar fram um føroysku starvsfelagarnar so trívast teir kortini ikki í Post Danmark. Hví?

Eingin trivnaður!

Fram til endan av 1970-árunum var tað gott at starvast hjá gamla Post og Telegrafvæsenet. Men so bleiv lønin nógv niðurskorin, eykagjøld fyri eyka byrðar so sum lýsingarbløð blivu avtikin. Upp aftur seinni reyk tann síðsta gularótin: akkordin. Tosaði við ein føroying, sum starvaðist ¾ ár hjá Post Danmark. Hann segði, at enntá við nakað av yvirtíð kláraði hann ongantíð at klóra seg upp um eina mánaðarløn uppá 20.000. Hann bleiv so ikki verðandi har. Og tað er væl skiljandi! Leggur ein hasar negativu faktorar saman er lætt at skilja hví eingin trívist í hesum starvsbólkinum. Aðalstjórin í Post Danmark, Helge Israelsen umber seg bara við at: “Jamen der er så mange andre virksomheder, som har en stor udskiftning i personalet”! Her skal leggjast aftrat, at trivnaðurin í yvirbygninginum hjá Post Danmark er góður. Hýrurin og hýran eru góð í offisersmessuni! Nú er tað síðsta, sum frættist frá leiðsluni í Post Danmark, at teir ætla at taka fólk frá gamla Eystur-Týskalandi og Eystur-Evropa til Danmarkar at ganga við posti. Annars frættist í DR-tíðindunum fyri stuttum, at uml. 20.000 pakkar og brøv vóru stjolin í Post Danmark í fjør. Óstabilitetur ber nógv keðilig hjáárin við sær!

Sama í Íslandi

Ì Íslandi er (ó)skilið verri um nakað. Vit vóru 4 føroyingar í 2005, sum vitjaðu eitt posthús í Reykjavík. Har høvdu 18 sagt upp innanfyri eitt ár. Ein stórur prosentpartur av starvsfólkunum vóru póllendingar og serbar/kroatar. Eingin íslendingur støðist, og tað av góðum grundum. Byrjanarlønin er neyðars 11.000 danskar krónir um mánaðin! Í Svøríki er trivnaðurin ikki nógv frægari enn í Danmark. Kenni eina 58 ára gamla konu í Eskilstuna, sum hevur 700 húski á rutini, og eina løn uppá 18.000 svenskar krónir um mánaðin. Brennandi spurningurin er so, um hetta eisini verður gongdin aðrastaðni??