Nýtt evni og so ein onnur rødd eisini, sum dugdi at greiða frá. Henda morgunsending hevur leingi trongt til eina endurnýggjan og nýtt fólk. Eg havi ongantíð skilt, hví sami persónur skal hava tvær tónleikasendingar sama dag. Man slíkt vera vanligt í øðrum londum, ? í so nógv ár??? Gott nokk hevur hesin nógva vitan um tónleik, men ber ikki til at hesin leggur til rættis og onnur rødd leggur fram tónleikin fyri okkum?
Og so má man jú bara spyrja nær fáa vit kvinnur at hoyra í hesum sendingunum?
Sendingin »Víða um« hevur viðhvørt góð evni. Kanska hevði tað verið betri, um svarini komu sum samtala og ikki bara blivu lisin upp. Einaferð hevði henda útvarpskvinnan stak góðar sendingar um sosial problem, um gerandislív og dagsins ókendu hetjur. Eg kundi ynskt at hoyrt líknandi sendingar aftur.
Kórsendingin er ofta góð, og unga daman í ungdómssendingini riggar væl. Ungfólkið í húsinum situr trúliga og lurtar, so har man vera í lagi.
»Millum fjals og fjøru« vóru áhugaverdar sendingar, og arvtakarin í ár sær út til at klára tað væl eisini. Óført!
Og til endans eina ferð enn: Ber ikki til at kvinnur lesa stuttsøgur ella framhaldssøgur? Ella taka sær av »Lurtararnir og vit«, »Nýtt og gott gamalt« »Í víngarðinum«, »Morgunsendingini« osfr.? Álvaratos, eru bara mannfólk í Sortudíki? Styggja tit konufólkini burt? Gott nokk eru nú tvær kvinnur at hoyra av og á í tíðindunum. Verið nú so fittir ímóti teimum, so tær halda á.
Lurtari
ps. Vinarligast sigi straks frá, nær ein sending verður endursend bæði í bløðum og útvarpi. Takk fyri.