Umboðsmaðurin til próvtøku í Fíggjarmálastýrinum

Fíggjarmálastýrið ætlar sær ikki at uttan víðari at taka til eftirtektar eina niðurstøðu hjá Løgtingsins Umboðsmanni. Løgmaður heldur, at argumentini skulu vera óvanliga góð, um niðurstøða hjá Umboðsmanninum ikki skal fylgjast






Umboðsmaður


Fíggjarmálastýrið ætlar sær ikki uttan víðari at góðtaka eitt álit frá Løgtingsins Umboðsmanni. Fyrst skal álitið viðgerast, og síðani verður støða tikin til, um stýrið skal taka niðurstøðuna hjá Umboðsmanninum fyri fult.

Málið snýr seg um ein tænastumann, har Lønardeildin hjá Fíggjarmálastýrið vildi mótrokna pensjónina hjá honum í vanligu lønini, so hann samanlagt skuldi fáa tað, sum svaraði til sáttmálalønina.

Hetta kærdi tænastumaðurin, tí hann helt ikki, at Lønardeildin kundi gera hetta.

Greið niðurstøða


Løgtingsins Umboðsmaður kemur til ta niðurstøðu, at Fíggjarmálastýrið hevur ikki heimild fyri tí, sum tað hevur gjørt mótvegis tænastumanninum, og Umboðsmaðurin heldur, at tað er ein óheppin skipan, sum Fíggjarmálastýrið brúkar í hesum føri.

Tí heitir Umboðsmaðurin í sínum áliti frá 6. november í fjør á Fíggjarmálastýrið, um at umhugsa hesa mannagongd.

Men hóast niðurstøðan hjá Umboðsmanninum er greið, so ætlar Fíggjarmálastýrið ikki uttan víðari at fylgja áltinum.

Tummas Magnussen, leiðari fyri Lønardeildina hjá Fíggjarmálastýrið, segði fríggjadagin við Dag og Viku, at fyrst skuldi álitið viðgerast, og tað var ikki vist, at tað fór at vera fylgt.

Vit royndu í gjár at fáa viðmerking frá Tummas Magnussen, men tað eydnaðist okkum ikki. Tað bar heldur ikki til at fáa fatur á landsstýrismanninum við fíggjarmálum.

Einki formligt vald
Skipanin við Løgtingsins Umboðsmannni fór at virka í fjør. Umboðsmaðurin hevur viðgjørt ymsar kærur, men hetta er fyrstu ferð, at hann skrivar eitt álit.

Summi mál verða avgreidd við einum skrivi, meðan Umboðsmaðurin ætlar sær at gera álit, tá talan er um serlig mál.

Løgtingsins Umboðsmaður hevur einki formligt vald. Hann kann ikki áleggja nøkrum nakað, og tað stendur einum og hvørjum frítt at velja, um álitini hjá honum verða tikin í álvara.

Tað er tó siðvenja í londunum uttan um okkum, at niðurstøðurnar hjá Umboðsmanninum viga tungt og í allarflestu førum verða fylgdar.

Skal skipanin virka, er tað eisini umráðandi at umsitingin er til reiðar at fylgja áltium frá Umboðsmanninum.

Væntar at frætta um álitið
Jógvan Andreasen, sum er fyrsti umboðsmaður hjá løgtinginum, vil ikki nakra viðmerking til støðuna hjá Fíggjarmálastýrinum.

? Tey hava havt úr at gera við lønarsamráðingum, síðani eg lat teimum mítt álit, og jólaferia hevur eisini verið. Tí havi eg einki at siga til, at eg einki havi frætt frá teimum enn. Men eg rokni við at fáa at vita, hvat tey gera við mítt álit, sigur Jógvan Andreasen.

? Hetta er einki aktuelt mál. Tann, sum kærdi Fíggjarmálastýrið, tók ikki av starvinum, sum hann fekk í boði, tí hann góðtók ikki treytirnar.

Løgtingsins Umboðsmaður vil einki siga um, at leiðarin á Lønardeildini fríggjadagin segði við Sjónvarpið, at tey fóru at viðgera álitið hjá honum, áðrenn nøkur støða varð tikin til tað.