Umboðsmannatingið samtykt skuldarætlan

Umboðsmannatingið í Washington samtykti í nátt at loyva stjórnini at økja ta almennu skuldina og at fremja munandi skerjingar á fíggjarlógini tey næstu tíggju árini. 269 tinglimir atkvøddu fyri og 161 ímóti. Ein ávís óvissa var um atkvøðugreiðsluna, tí republikanararnir hava meiriluta í Umboðsmannatinginum.

Í dag fer Senatið at taka støðu til ætlanina. Har eru demokratarnir í meiriluta, og tí er tað greitt, at teir flestu senatorarnir fara at taka undir við ætlanini. So er bara eftir hjá forsetanum, Barack Obama, at staðfesta samtyktina. Forsetin segði aftan á samtyktina í Umboðsmannatinginum í nátt, at semjan er ikki tað, sum hann ætlaði, men at tað týdningarmesta er, at hon forðar fyri, at landið fer í gjaldssteðg.

Sum er er amerikanska skuldarloftið 14.300 milliardir dollarar, men tað er ov lágt, um tað almenna skal halda sínar fíggjarligu skyldur. Nú verður tað hækkað, men afturfyri skal tað almenna spara 2.400 milliardir dollarar tey næstu tíggju árini.