Umboðsmaður átalar aðalráð fyri óneyva viðgerð

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um handfaringina hjá Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum av eini umsókn um innlit í vinnuligar fiskiroyndir.

Umboðsmaðurin helt, at ráðið ikki hevði gjørt eina nóg ítøkiliga meting av, hvørjir upplýsingar kundu undantakast frá innliti, og at lýsta mannagongdin hjá ráðnum ikki var í samsvar við innlitslógina.

 

Ráðið ásannaði, at ítøkiliga metingin ikki hevði verið nóg neyv og var sinnað at taka málið upp til nýggja viðgerð.

 

Umboðsmaðurin heitti tí á Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið um at taka málið uppaftur og at endurskoða mannagongdina fyri innlitsmál.

 

 

 

Les meira