Umboðsmaðurin hartar Vinnumálaráðið

Vinnumálaráðið tekur innlitsumbøn frá Kringvarpinum upp til nýggja viðgerð, eftir at løgtingsins umboðsmaður hevur viðgjørt eina klagu frá Kringvarpinum.

 

Kringvarp Føroya sendi í apríl í ár eina umbøn vil Vinnumálaráðið um at fáa alment innlit í partaeigarasáttmálan millum Framtaksgrunnin og privatu íleggjararnar í P/F Smyril Line. Kringvarpið vildi fáa greiðu á, hvussu stóran part av partapeninginum í Smyril Line landsstýrið og Framtak, sum Vinnumálaráðið varðar av, eiga.

 

Somuleiðis var biðið um innlit í partaeigarasáttmálan millum partarnar, eins og eina meting um, hvat virði ognirnar hjá Vinnumálaráðnum og Framtaki hava, nú tað gongur so væl hjá Smyril Line.

 

Alt hetta fekk tíðindadeildin hjá Kringvarpinum innlit í, men fekk samstundis at vita, at nýggju íleggjararnir í Smyril Line og Framtak høvdu gjørt ein partaeigarasáttmála, sum Vinnumálaráðið sjálvt ikki var partur av. Kringvarpið bað um innlit í hendan sáttmálan, men tað varð teimum sýtt.

-          Tað verður ikki givið innlit í partaeigaraavtaluna millum nýggju íleggjararnar í P/F Smyril Line og Framtak, tí mett verður, at tað hevur stóran fíggjarligan týdning fyri nýggju íleggjararnar og Framtak, at áheitanin um innlit ikki verður gingin á møti, skrivar Vinnumálaráðið.

 

Kringvarpið klagaði hesa avgerð til løgtingsins umboðsmann, sum valdi at taka málið til viðgerðar. Um innlit í eitt mál skal sýtast, vegna tess, at vandi er fyri fíggjarligum missi fyri onkran av parunum í avtaluni, skal Vinnumálaráðið eisini vísa, hvussu ein møguligur fíggjarligur missur fer ella kann fara at vísa seg sum avleiðing av, at innlit verður latið í umbidnu upplýsingarnar, sigur løgtingsins umboðsmaður.

 

-          Vinnumálaráðið hevur, sambært skjølunum í málinum, ikki gjørt eina ítøkiliga meting av vandanum fyri fíggjarligum missi, eins og tað ikki sæst vera viðgjørt, um tað eru allar upplýsingar í partaeigarasáttmálanum, sum kunnu undantakst, skrivar løgtingsins umboðsmaður.

 

Hon hevur tí heitt á Vinnumálaráðið um at taka málið til nýggja viðgerð, og hesum ynski hevur Vinnumálaráðið eftirlíkað