KAPPRÓÐUR
Teir høvdu bjóðað seg fram, men teir tordu ikki at rokna við, at tað skuldi eydnast teimum at vinna rættin at vera vertir fyri FM stevnum í kappróðri. Men hetta var júst tað, sum strandingar og skálamenn saman við hinum aðalfundar luttakarunum vóru vitni til gjørdist veruleiki leygardagin, tá ið Róðrarsambandið hevði aðalfund og m. a. gjørdi av, hvør skal verða vertur fyri sjeyndu FM stevnuni.
? Vit høvdu tosað við onkur onnur feløg, men vit roknaðu fyri vist við, at Eystanstevnan fór at fáa rættin at skipa fyri FM róðri á hvørjum ári. Tað hevði prátið og skrivingin frammanundan bent á, heldur Anfnn Gærdum, sum er formaður í róðrarfelagnum Stráluni á Strondum. Saman við Stranda Ítróttarfelag, Skála Ítróttarfelag og Skála Róðrarfelag høvdu Anfinn Gærdum og Strálan bjóðað seg fram at skipa fyri FM kapping, og tað tók aðalfundurin undir við, at teir skulu gera. Fundurin samtykti, at FM kapping skal annað hvørt ár vera á vestara armi á Skálafjørðinum, og annað hvørt ár verður hon í Vestmanna.
Hava tit gjørt tykkum greitt, hvussu tit fara at leggja róðurin til rættis?
? Hetta er púra nýtt. Tað er greitt, at vit hava ikki nógva tíð at leggja til rættis í. Kappingin verður hjá okkum í ár. Upprunaliga var ætlanin, at hetta skuldi verða avgjørt undan ársskiftinum, og nú eru vit komin tríggjar mánaðir inn í nýggja árið. Tí er neyðugt at fara undir fyrireikingarnar beinanvegin. Eitt tað fyrsta verður at heita á Matrikulstovuna um at máta okkum málið upp, sigur Anfinn Gærdum.
Hvussu ætla tit at leggja málið?
? Skálamenn og vit hava hugsað okkum, at enda málið skal vera á Hulki. Har er veðurgott, har er gott at koma hjá trailarnum, sum koma við bátunum, og har eru góðar umstøður hjá áskoðarunum. Vit hava møguleikar bæði at rógva inn ímóti Hulki og at rógva úteftir fjørðinum. Vit hava tosað um at máta bæði málini upp. So hava vit møguleika at rógva tað málið, sum líkindini eru betri á, sigur Anfinn Gærdum. Hann dugir ikki at siga neyvt, hvar málini verða, men hann roknar við, at uttara 2000 metra málið verður umleið á ferjuleguni á Strondum, og at innara 2000 metra málið verður Innan Glyvur.
Rættulig stevna
Higartil hevur Skála havt eina bygdastevnu við kappróðri stutt undan norðoyarstevnuni, meðan Strendur hevur havt sína bygdarstevnu seinni á sumrinum. Teir hava roynt at skipa fyri kappróðri, men áhugin hevur ikki verið serliga stórur at taka lut. Nú tað er samtykt, at Skála og Strendur í felag skulu skipa fyri FM kappróðrarstevnu, verður neyðugt við umskipingum, sum teir ikki enn hava tosað um.
? Hesum fara vit at finna út av í felag. Á Skála er ítróttarhøll og fótbóltsvøllur, og vit hava bygdarhús. Harvið eru góðir karmar um tiltøk, sum vanliga plaga at vera á sovornum stevnum. Takið hjá okkum verður at finna út av,hvussu vit skulu fáa bestu nyttuna burtur úr karmunum, heldur Anfinn Gærdum.
Strandingar fara aftur í ár at luttaka við 6?mannafarinum Stráluni, men bara við monnum. Skálamenn hava ikki tikið lut í kappróðri tey seinastu árini. Hvussu tað verður við Skálabátinum og Bliki í ár er ikki greitt enn.