Eftir illveðurstúrin í gjár, umhugsa foreldur og avvarðandi at kæra Immanuel til røttu myndugleikarnar.
- Fólk avgera sjálvi, hvat tey velja at melda, sigur Hans Sivertsen, fyrrverandi skipari umborð á Immanuel. Hann letur seg ikki øsa av hesum, veit Sermitsiaq at siga.
Immanuel, báturin knýttur at barnalegunum í Grønlandi, sum føroyskir trúboðarar varða av, er endaður í sjóneykuni hjá grønlendskum fjølmiðlum.
Immanuel var biðin um at heinta nøkur skúlabørn frá Atuarfik Samuel Kleinschmidt-skúlanum í Nuuk, sum høvdu verið á legutúri í Qoornoq, eini fráfluttari fiskibygd í inni í Nuuk-fjørðinum.
Les eisini Máttu hava kreppuhjálp
Immanuel vendi so aftur til Nuuk við teimum 25 fólkunum umborð, men tað hevur verið rættiligt ódnarveður í Nuuk um vikuskifti, og tað fekk Immanuel at merkja. Tað varð torført hjá bátinum at vinna upp á land, veit grønlendski miðilin Sermitsiaq at siga frá. Á landi stóðu foreldur hjálparsleys og hugdu at.
Sambært Sermitsiaq valdu onnur bátafeløg at avlýsa sínar túrar fríggjadagin, men Immanuel legði frá landi og heintaði børnini inni í fjørðinum. Foreldur og avvarðandi gjørdust so rædd, av at síggja hvussu báturin stríddist úti á fjørðinum, at teimum er bjóða kreppuhjálp á skúlanum.
Nøkur av foreldrunum eru av tí fatan, at túrurin burdi verið kærdur til tann rætta myndugleikan.
- Sæð í klára ljósi eftirsnarleikans, eru vit sjálvandi kedd, um tað sum hendi. Hetta er ikki nakað, sum vit ynskja fyri okkara børn ella onnur ferðandi. Hetta kunnu vit snøgt sagt ikki verja, sigur Hans Sivertsen, nevndarformaður í felagsskapinum Immanuel, ið eigur bátin Immanuel. Hans Sivertsen er føroyskur trúboðari í Grønlandi og hevur áður verið skipari umborð á Immanuel.
Eisini vísir hann á, at eftir at Immanuel varð komin trygt at landi, og børnini vóru komin á land, legði hann útaftur, móti norðurlandinum, fyri at hjálpa einum øðrum báti, sum var komin í neyð.