Umhugsa at lækka atgongumerkjaprísin

Nógv bendir á, at tað verður bíligari at fara til fótbóltsdyst í Føroyum – í øllum førum hjá pensjónistum. Í grannalondum okkara verða givin alt frá 20% upp í 50% í avsláttri til pensjónistar, sum ætla sær til fótbóltsdyst, meðan feløgini í Føroyum eftir øllum at døma eru fullkomiliga líkasæl og geva ikki nakran avsláttur yvirhøvur.

 

Føroyskir pensjónistar, sum mugu rinda upp ímóti 600 krónum um mánaðin fyri at hyggja at fótbólti, hava kært sína neyð, men líkt er til, at okkurt verður gjørt teimum at frama í hesum málinum. Formenninir í høvuðsstaðarfeløgunum HB og B36 øtaðust, tá ið vit gjørdu teir varugar við stóra avslátturin í grannalondunum, og siga teir nú við Sosialin, at avsláttur til føroyskir pensjónistar ljóðar sum eitt frálíkt hugskot og at teir ætla sær at taka tað upp í nevnd.

 

Regluverkið hjá Fótbóltssambandi Føroya ásetir einans feløgunum eitt hámark áljóðandi 80 krónur at krevja inn fyri ein landskappingardyst eina og sama dag, og sambært Christiani Andreasen, FSF-forseta, hava teir neyvan heimild at áleggja feløgunum at seta prísin niður.

 

Feløgini mugu tískil sjálvi taka stig til at seta prísin niður heldur enn at framhaldandi gagnnýta hámarkið til fulnar og krevja 80 krónur frá øllum, ið eru yvir 16 ár.