- Nú skal barsilsskipanin endurskoðas!
Tað lovaði Johan Dahl, landsstýrismaður í javnstøðumálum teimum, sum vóru í Miðlahúsinum fríggjakvøldið, har kvinnufelagið hevði fund í sambandi við altjóða kvinnudagin 8. mars.
Hann segði, at hann hevur sett gongd á arbeiðið at endurskoða barsilsskipanina og samgongan hevur avgjørt at leggja uppskot fyri Løgtingið á ólavsøku um at broyta hana.
Í hesum sambandi fer hann eisini at viðgera spurningin um pápafarloyvi.
Tað merkir, at hann fer at viðgera spurningin um kvota skal setast á farloyvi hjá pápum, so at teir skulu í barnsburðarfarloyvi eina ávísa tíð.
Johan Dahl sigiur, at í hesum sambandi fer hann eisini at viðgera spurningin um gjaldið úr barnsburðargrunninum eisini skal geva rætt til eftirløn, tí tað ger tað ikki í dag.
Sum skipanin er í dag, merkir tað, at hvørja ferð ein kvinna er í barnsburðarfarloyvi, missur hon eftirløn og í longdini kann avleiðingin vera, at hon fer at fáa væl minni í eftirløn, enn hon hevði fingið, var hon ikki í barnsburðarfarloyvi.
Vilja hava pápakvotu
Tað er mangt, sum bendir á, at Johan Dahl hevur undirtøku í samgonguni fyri at áseleggja pápum at fara í barnsburðarfarloyvi í eina tíð.
Løgtingið viðgjørdi í fjør eitt uppskot frá Bjørt Samuelsen og Sirið Stenberg úr Tjóðveldi um at leingja barnsburðarfarloyvi, men samgongan tók ikki undir við tí.
Kortini staðfestu umboðini fyri samgonguna í vinnunevndini, Alfred Olsen, Bjarni Djurholm, Jo?gvan Skorðheim og Hanus Samró, at tað er neyðugt at endurskoða skipanina.
Men teir vísa á, at hetta er møguliga við í eini heildarloysn hjá samgonguni um at forða fyri fráflyting og at økja fólkatalið í Føroyum.
Tí vildu teir ikki samtykkja uppskotið hjá Tjóðveldiskvinnum, men vildu bíða eftir samgongi.
Men teir staðfesta, at tað er neyðugt at endurskoða barsilsskipanina.
Og tað skal ikki bara við tí endamálið at leingja barsilsfarloyvi. Endamálið skal eisini vera at gjaldið úr barnsburðargrunninum skal vera eftirlønargevandi og at ein partur av farloyvinum skal markast til pápan.
Men so er spurningurin, hvussu langt tann góði viljin røkkur, táið samanum kemur.
Tað er ein sannroynd, at pa?parnir forvinna i? miðal munandi meira enn mammurnar.
Skulu páparnir hava longri farloyvi, fer tað sostatt at verða dýrari fyri barnsburðargrunnin og tað er eisini eitt politiskt atlit at taka.
Markast til pápan
Katrin Kallsberg sigur, at í Íslandi hava tey markað ein part av barnsburðarfarloyvi til pápan og tað er eitt dømi um, hvussu tað ber til at broyta hugburð við rættiliga einføldum inntrivum.
Í Íslandi hava tey ásett, at mamman skal hava ein triðing av farloyvinum, pápin ein triðing og tann seinasta triðingin kunnu tey býta sínamillum, sum tey vilja.
- Úrslitið av tí er, at í Íslandi brúka páparnir 30% av barnsburðarfarloyvinum og í Danmark brúka teir 7% og í Føroyum líkist støðan teirri donsku.
Hon sigur, at í kreppuni hesi seinastu árini er støðan versna upp aftur meiri í Danmark, tí menn í privatu vinnuni føla seg ikki tryggar í arbeiðnum og tí lata teir vera við at fara í barnsburðarfarloyvi, so nú eru teir uppaftur minni í barnsburðarfarloyvi enn áður.
Í ES hava fleiri lond skrivað undir eina avtalu um barnsburðarfarloyvi og eftir teirri avtaluni skal pápin hava fýra mánaðir, mamman fýra mánaðin og tey kunnu í mesta lagi flyta ein mánað ímillum sín.
Hon heldur eisini, at gjaldið úr barnsburðargrunninum skal vera eftirlønargevandi
- Sum støðan er í Føroyum í dag, eru útlitini til, at vit fara at fáa ein stóran skara av eldri fátækum kvinnum, tí tær fáa so nógv minni av pensjón av tí, at tær eru ofta í barnsburðarfarloyvi, sigur hon.
6%
Royndir vísa, at hóast pápar hava ávís rættindi at fara í barilsfarloyvi, gera teir ikki nógv av at brúka hesi rættindi.
Stutt síðani upplýsti Johan Dahl, landsstýrismaður, at tølini fyri føroysku barsilsskipanini vísa, at hesi síðstu árini eiga páparnir bara ímillum 6% og 7% av útgjaldinum úr Barsilsgrunninum.
Samstundis eiga páparnir bara frá sløkum 6% til góð 6% av døgunum, sum føroysku foreldur tilsamans eru í barnsburðarfarloyvi um árið.
Men gongdin hevur verið, at talið hevur enntá verið heldur fallandi síðstu árini.
Johan Dahl vísir eisini til eina kanning í Danmark sum vísir, at pápar í almennum starvi, eru í barnsburðarfarloyvi 56 dagar í miðal.
Men pápar í privatu vinnuni eru bara í barnsburðarfarloyvi í 23 dagar í miðal.
- Orsøkin til, at pápar í privatu vinnuni eru nógv styttri í barnsburðarfarloyvi enn pápar í almennum starvi, hongur helst saman við, at pápar í privatu vinnuni stúra fyri at missa starvið, eru teir ov leingi í barnsburðarfarloyvi.