Umhugsa leiklut í IWC

Limalondini í International Whaling Commission standa meira spjadd nú enn nakrantíð, og tí umhugsar landsstýrið sín leiklut sum partur av donsku sendinevndini

19. árligi NAMMCO fundurin varð í gjár settur í Norðurlandshúsinum, og tí setanarrøðu síni segði Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, at eftir seinasta fundin í IWC í Agadir fara Føroyar at umhugsa sín leiklut sum partur av donsku sendinevndini í felagsskapinum.
- Spurningurin er, hvussu leingi vit skulu lata okkum lynda at standa á síðulinjuni og síggja grundleggjandi altjóða prinsippir verða kveistrað til viks, segði Jørgen Niclasen.
Hann tosaði í setanarrøðuni um økissamstarv.
- Føroyar stuðla fult út økissamstarvi. Í veruleikanum halda vit, at hetta er einasti háttur at samstarva á altjóða støði um eina burðardygga skipan av havsins tilfeingi, íroknað hval og kóp, segði Jørgen Niclasen.
Hetta var eisini grundarlagið undir NAMMCO, tá felagsskapurin varð settur á stovn í 1992, at umsita hvala- og kópaveiði í Norðuratlantshavi.
- Tað er heldur eingin loyna, at ørkymlandi arbeiðslagið í IWC var ein týðandi ors.k til stovnanina av NAMMCO, ið er ætlað sum eitt alternativ til IWC, eisini tá tað snýr seg um stórhvalaveiði, segði Jørgen Niclasen.
Hann ásannar tó, at IWC ikki er komið eitt fet nærri einari loysn á handilsligari stórhvalaveiði, hóast hetta skuldi verið høvuðsuppgávan hjá felagsskapinum.

Hvat nú?
Uttanríkisráðharrin var rættiliga bersøgin í røðu síni, tá tað kom til Føroya leiklut í IWC.
- Fyri at siga tað sum tað er, so síggi eg onga framtíð í IWC eftir seinasta fundin í Agadir. Vit fara nú at umhugsa okkara framhaldandi leiklut í donsku sendinevndini hjá IWC. Vit ynskja ikki longu at standa á síðulinjuni ár eftir ár og síggja grundleggjandi altjóða prinsippir verða kveistrað til viks. Og vit finna okkum ikki í at spurnartekin framhaldandi verður sett við okkara rætt til eina burðardygga veiði í okkara egna sjóøki, segði Jørgen Niclasen.
Hann helt fram og vísti á mongu líkheitirnar, sum veiðitjóðir í Norðuratlantshavi hava.
- Vit eru ikki altíð samd um smálutirnar, men tað er av týdningi at vit eru samd um grundleggjandi prinsippini í okkara samstarvi. Tað er IWC ikki, segði Jørgen Niclasen.
Uttanríkisráðharrin fegnaðist eisini um áhugan, sum Kanada, Rusland og Japan vístu NAMMCO. Eisini nevndi hann skjótu tøknina, sum kann nýtast og misnýtast.
- Seinastu tíðina hava vit sæð eina bylgju av skeivum upplýsingum um grindadráp spreitt gjøgnum internetið. Tað tykist alt ov lætt at geva skeivar upplýsingar til eitt heilt nýtt ættarlið gjøgnum internetið, segði Jørgen Niclasen millum annað í setanarrøðu síni í gjár.