Tó er enn langt eftir á mál. Neyðugt er frammhaldandi við einum virknum og frammskygdum umhvørvispolitikki. Vit mugu gevast at hugsa vanabundið. Vit mugu tora at ganga nýggjar leiðir. Vit mugu taka tey góðu átøkini rundanum okkum í álvara.
Eitt nu er neyðugt at herða krøvini til bjálving. Tey fleystu hugsa nokk, at hettar ljóðar dýrt..., men tað nýtist tað als ikki verða. Her tørvar okkum heldur ikki at uppfinna tann djúpa tallerkin av nýggjum. Royndir hava víst, at lágorkubygging er einasta gongda leið. Tað nýtist heldur ikki vera nógv dýrari enn “vanlig” bygging. Harafturat nógv bíligari í nýtslu.
Ein skipan má gerast at stuðla fólki at eftirbjálva sethús. Rentufrí lán kundu verið ein møguleiki. Við munagóðari eftirbjálving kann sparast upp til 50% av oljunýtsluni.
Í samráð við serkøn má byggimynduleikin (kommunan) dagføra byggikrøv og harvið stuðla byggivinnuni at ganga nyggjar leiðir. Tað fer neyvan at henda av sær sjálvum – tí má mynduleikin ganga á odda.
Tórshavnar kommuna má leggja trýst á landsmynduleikarnar at avtaka MVG og onnur avgjøld á umhvørvisvinarligum hitaskipanum, so sum hitapumpum, sólfangarum og øðrum, so tað gerst møguligt hjá vanligum fólki at gera íløgur í hesi. Ráðgevingin, um hesar skipanir, má eisini betrast.
SEV, sum kommunurnar eiga og varða av, má vakna. Ger SEV ikki munandi meira við at umleggja sína framleiðslu til varandi og uhvørvisvinarliga orku, verða vit ongantíð leys av kolvetnisorkuni. Málið má vera at dieselmotorarnir kunnu sløkkjast sum skjótast. Tað ber væl til, eisini uttan at turrleggja allar aír í landinum, og tilgongdin má ganga skjótari enn higartil.