Alduorkuætlanin, sum SEV og fyrrverandi Oljumálaráðið hevur tikið stig til, stendur og fellur við vilja frá Løgtinginum. Ætlanin er at gera eitt alduorkuverk við Trælanýpu. Samlaði kostnaðurin er mettur til uml. 40 mió. kr yvir 3 ár. Hagartil hava allir partar, uttan landsstýrið, játtað at verða við í fíggingini av ætlanini. Av teimum 40 mió. kr. hevur SeWave tilsøgn um 30 mió. kr. frá millum øðrum ES og sjálvandi SEV eisini.
- Hetta kann gerast eitt frambrot innan útvinnan av viðvarandi orku, og harvið eitt frambrot innan føroyskan umhvørvispoltikk. Alttjóða áhugin fyri ætlanini er ovurstórur. Tí eigur Løgtingið at játta síðsta 1/4, so verkætlanin kann fara í gongd, sigur Jørgen Niclasen.
Hann sigur, at Landsstýrið hevur í fíggjarlógaruppskotinum mælt til at nýta kr. 1,8 mió í meira umsiting innan umhvørvið í Innlendismálaráðnum. Harafturat biður landsstýrið um 0,5 mió. í meira umsiting á Løgmansskrivstovuni til sama endamál. Einki verður játtað til verulig umhvørvistiltøk, sum t.d. SeWave.
- Hetta heldur Fólkaflokkurin verða skeivt. Flokkurin mælir tí til at minka munandi um ætlaðu eyka almennu umsitingina og ístaðin játta 2 mió. kr. til alduorkuætlanina. SeWave hevur upplýst, at um Løgtingið játtar 2 mió í ár og síðan 4 mió næstu tvey árini, kann ætlanin gerast veruleiki. Vit vóna at Løgtingið fer at taka undir við uppskoti Fólkafloksins, heldur enn bert at brúka peningin til meira umsiting, sigur Jørgen Niclasen, fólkafloksformaður.