Umhvørvisfelagsskapur stovnar deild í Føroyum

Umhvørvisfelagsskapurin hjá víðakenda Pete Bethune, sum hevur verið í Føroyum nýliga, hevur nú eisini fingið deild í Føroyum.

Tað skrivar felagskapurin á Facebook.

Earthrace Conservation, sum felagsskapurin nevnist, sigur, at hetta er eitt nýtt kapittul í søgu felagsins, tí hetta er fyrstu ferð, at ein altjóða umhvørvisfelagsskapur, fær deild í Føroyum.

Tað eru nakrar fáar, føroyskar havumhvørvis-eldsálir, sum hava tikið stig til hetta, men tað var hóvliga framferðin hjá Pete Bethune í Føroyum, sum slóðaði fyri.

Pete Bethune, sum bæði var her í februar, og fyrr í hesum mánaðinum, sigur, at hann hevur tosað við nógvar føroyingar um gridadráp og heilsuvandan, ið stendst av at eta tvøst og spik.

Tað er 31 ára gamla Turið Christophersen, sum stendur á odda fyri føroyska felagsskapinum, hon hevur leingi verið virkin í Djóraverndarfelagnum.

Sjálv sigur hon á Facebook, at hon heldur, at tað er neyðugt at taka kjakið upp um djóralívið í havinum, bæði hvat viðvíkur hvali og lundanum, sum er illa fyri og øðrum.

Hon heldur eisini, at tað er neyðugt at viðgerða spurningin um ovurfisking og havdálking og hon heldur, at hesin felagsskapurin er eitt gott amboð til tað.

Føroyadeildin fer nú undir eina upplýsandi herferð um tey mál, felagsskapurin arbeiðir við.

Ein spurningur, sum tey halda, at tað er neyðugt at viðgera, er hvat vigar tyngst í sambandi við grindadráp, um tað er fólkaheilsan, mentanarligi arvurin og rætturin at gagnnýta náttúrutilfeingið, sum vigar tyngst.

- Er tíðin ikki komin til at spyrja mynduleikarnar um menniskjasliga kostnaðin av at vit halda fram at drepa grind: Er tað vert at seta fólkaheilsuna í vanda fyri mentanararvin, spyrja tey í føroysku deildini.

Myndin er av Turið Christophersen, sum stendur á odda fyri føroysku deildini.