Umhvørvisstovan hevur eisini fimm hjartamál

Valstríðið er so smátt farið í gongd, og flokkar, valevni, áhugabólkar og enn tá fakfeløg eru farin at kunngera, hvat hevur týdning í hesum valstríðnum.

Eitt evni, ið serliga hevur verið nógv at sæð til hesaferð, er umhvørvið og veðurlagsbroytingar.

Fleiri valevni hava umhvørvismál sum hjartamál, og Miðflokkurin og Javnaðarflokkurin, sum higartil eru flokkarnir, ið hava lagt fram valskrá, hava báðir valt at taka umhvørvið við í valstríðið.

Nú hevur Umhvørvisstovan eisini lagt seg út í kjakið við fimm umhvørvisevnum, ið stovnurin heldur eiga at hava pláss í bæði valstríðnum og komandi løgtingssetu.

Fyrsta evnið er útlátið av vakstrarhúsgassum í Føroyum. Umhvørvisstovan vísir til Paris-avtaluna og tilmælini hjá IPCC, ið mæla til at skerja samlaða útlátið á landi og á sjónum við 45 prosentum áðrenn 2030.

- Skal tað eydnast, er neyðugt við politiskum átøkum, sum virka. Helst bæði píski og gularót – tað má muna beinavegin, sigur Umhvørvisstovan.

Hetta er nakað strangari, er tilmælið í nýggja uppskotinum um veðurlagspolitikk, ið ein arbeiðsbólkur undir heilsu- og innlendismálaráðnum herfyri handaði landsstýriskvinnuni, Sirið Stenberg. Í uppskotinum verður mælt til, at útlátið á landi verður skert við 45 prosentum áðrenn 2030, meðan útlátið á sjónum skal skerjast við 50 prosentum áðrenn 2050.

Næsta evnið er grøn orka. Umhvørvisstovan vísir á, at skiftið til grøna orku má ganga skjótari, og at tey átøk, ið longu eru sett í verk, mugu halda áfram.

- MVG-frítøka av hitapumpum, elbilum og vetnisbilum, frítøka fyri vektgjald og virðisgjald – og ikki minst lægri elprísur til hitapumpur og elbilar, skjýtur Umhvørvisstovan upp.

Stór tøk eru gjørd fyri at framleiða grønari orku seinastu árini, men gongdin má ikki steðga upp.

- Á framleiðslusíðuni mugu tríggjar nýggjar, stórar vindmyllur koma upp á hvørjum ári komandi 10 árini fyri at røkka málunum.

Samstundis er neyðugt at gera íløgur í pumpuskipanir við vatngoymslum, soleiðis at grøna orkan, ið verður framleidd, kann gagnnýtast seinni, tá tørvur er á henni.

- Tá vindarnir blása, framleiða vit grøna orku. Men nógv av henni fer beint framvið, so at siga. Tí vit ikki hava møguleika at goyma hana. Tað, sum liggur á borðinum beint nú, er at gera pumpuskipanir, har yvirskotið frá vindorku verður nýtt til at fylla vatnorkugoymslur.

- At gera slíkar goymslur krevur risastórar íløgur, kanska í milliardastødd. Men tað er sera avgerandi. Politikarar mugu tryggja, at hetta verður gjørt, og gera av, um hetta er ein uppgáva fyri tað almenna ella onnur at loysa.

At enda vísir Umhvørvisstovan á, at neyðugt er við neyvari lóggávu fyri náttúruvernd.

- Vit hava øll skyldu at virða margfeldið í náttúruni, og tí skulu betur atlit takast at náttúruni, áðrenn avgerðir verða tiknar um inntriv. Margfeldislógin varð ikki samtykt í farna valskeiði, og tí kunnu vit enn gera inntriv í náttúruna uttan stórvegis fyrilit fyri djóra- og plantulívi.

- Skulu vit verja náttúruna og hennara margfeldi, er alneyðugt at vit fáa eina nýmótans lóg, sum greitt ásetir, hvussu vit umsita og røkja ta føroysku náttúruna, sigur Umhvørvisstovan.