Umleið 190 springarar gjørdu landgongd

Springararnir verða býttir í drápspartar

Bólkurin av springarum, ið bleiv hildin til í Hvalvík fyrr í dag, taldi næstan 200 hval. Tað upplýsir Karl Johansen, sýslumaður.


Í løtuni verður arbeitt við at fáa teir síðstu springararnar upp á bryggjuna, so endaliga talið er ikki greitt enn, men sýslumaðurin metir at talið liggur um 190 hval.


- Tað liggja 150 springarar á kaiini í løtuni og eini 30-40 mangla enn at takast upp. Hetta fer at taka eina løtu aftrat, segði Karl Johansen, tá Miðlahúsið tosaði við hann fyri eini løtu síðan.


Av tí at hvalirnir ikki eru merktir enn, so metir sýslumaðurin at tað fer at ganga ein løta, áðrenn seðlarnir verða klárir.


- Springararnir verða býttir í drápspartar, men eg vænti ikki, at seðlarnir verða klárir fyrr enn klokkan 18. Vit mugu fyrst fáa alt upp á kaiina og merkt, sigur Karl Johansen.


Tað var um tíggju tíðina í morgun, at ein bátur fann ein bólk av springarum norðanfyri Kollafjørð, nærhendis landsfjósið hjá Landsverk. Avgerð bleiv tikin um at reka springararnar til Hvalvíkar, har bólkurin bleiv hildin til um hálvgum ellivu tíðina.


Hetta er aðru ferð í ár, at springarar verða hildnir til í Hvalvík. Fyrru ferðina var 8. juni, tá 11 springarar gjørdu landgongd.