Teistin er farin at sigla seint, og nú til ber hjá fólki at vera á Sandoy um kvøldið og sleppa yvir á Gomlu Rætt kl. 22.30. Í hesum sambandi varð bjóðað til grillveitslu á sandinum á Sandi fríggjakvøldið.
Ungmannafelagið Virkið og Sandoyar Kunningarstova skipaðu fyri tiltakinum.
Ein grill varð gjørd dagin fyri av oljutunnum ið vórðu skornar í helvt.
Grillin varð tendrað klokkan 18.00.
Veðrið var av tí allarbesta allan dagin. Sandoyingar, ið vóru í hoyna um
dagin, komu so at fáa sær grillað kjøt til nátturða.
Eini 200 fólk sótu millum mølheyggjarnar hetta kvøldið.
Børnini hugnaðu sær óført, spældu í sandinum og sluppu t.d. ein túr við jollu í ánni, og tað var sera vælumtókt.