Umleið 5.000 fólk á G!

- Tað eru nógv ár síðani, at so nógv fólk hava verið á Sandinum sum leygarkvøldið, tá Dizzy Mizz Lizzy framførdu, sigur Sigvør Laksá.

 

- Eg siti við eini ordiliga góðari kensli aftaná at hava gingið gjøgnum bygdina í dag. Bygdin er longu ruddað, og alt á festivalinum virkaði væl. Haldi hetta er ein av teimum allarbestu árunum, ið eg havi verið við til.


Tað sigur Sigvør Laksá, ið er ein fyriskiparunum av G! Festivalinum, nú ársins festivalur er komin at enda.


Sigvør er serliga fegin um, at tær broytingar, ið vóru gjørdar á sjálvum festivaløkinum, eydnaðust væl.


- Tað vóru nógv fólk á festivalinum. Festivaløkið, ið var nakað øðrvísi í ár, eydnaðist betri enn áður, nú mattjaldið hjá Hvonn er flutt.


Hóast tjaldingarøkið lat upp mikudagin, so byrjaði festivalurin av álvara hósdagin. Í mun til undanfarnu ár, so vóru nógv fólk savnaði í Syðrugøtu longu á fyrsta degnum.


- Hósdagurin byrjaði øgiliga væl. Hini árini hava fólk ikki altíð verið í festivalstemningi fyrsta dagin, men hesaferð kendist sum fólk vóru veruliga við uppá tað, sigur fyriskiparin.


Tað er ikki endaliga uppgjørt hvussu nógv fólk vóru á festivalinum, men Sigvør metir, at tað lá um eini 5.000 fólk.


- Vit vita ikki endaliga talið enn, men tað liggur um eini 5.000 fólk. Tað eru nógv ár síðani, at so nógv fólk hava verið á Sandinum sum leygarkvøldið, tá Dizzy Mizz Lizzy framførdu.