Ummæli: Sjónvarpsrøð um at vera ella ikki at (vilja) vera tjóð

Sendirøðin hevur longu íbirt kjak, lesarabrøv og viðmerkingar. Tað er í sær sjálvum frálíkt og kanska eisini væntandi, metir ummælarin Kinna Poulsen, um sendirøð, sum Suni Merkistein hevur lagt til rættis, og sum verður send í Kvf.

Hóskvøldið var triði og í hesum umfari seinasti partur av røðini O, móðurlandið sendur í sjónvarpinum og eg má siga, at eg gleði meg til at síggja restina av røðini, sum Suni Merkistein og Jógvan Eli Dam hava lagt til rættis fyri Kringvarp Føroya.

 

Sendirøðin hevur longu íbirt kjak, lesarabrøv og viðmerkingar. Tað er í sær sjálvum frálíkt og kanska eisini væntandi, tí evnið um støðuna hjá Føroyum í danska ríkinum er óavklárað og politiskt eymt – einhvør tílík viðgerð verður av sær sjálvum til eina politiska lakkmusroynd - hugburðurin til sendirøðina avdúkar um mann er fyri ella ímóti føroyskum fullveldi/sambandi við Danmark.

 

Kjakið vakti mítt forvitni at síggja sendingarnar, sum eg av praktiskum áðum ikki hevði sæð. Havi nú hugt at øllum trimum pørtum og skilti serliga at byrja við hví tjóðveldisfólk tykjast nøgd, meðan javnaðarfólk og serliga samríkjasinnað eru meira afturhaldin ella beinleiðis fratør um sendingarnar.

 

Soleiðis byrjar Kinna Poulsen ummælið, sum hon skrivar á listaportal.com.

 

Og Kinna Poulsen heldur fram:

 

Tjóðskaparligi grundtónin er eyðsýndur t.d. tá tað í fyrsta parti, To be or not to be verður staðfest, at: ”Hitt livandi ljósið, ið kyndi undir tjóðskaparkensluna, ið flutti okkum so langt fram á leið tykist onkursvegna niðurbrunnið og útkólnað í gjóstrinum av tímiligari vælferð” – Har er almikið patos í myndamálinum við religiøst klingandi associatiónum, men lygn er tað ikki, at viljin til nationalt sjálvbjargni tykist meira ella minni horvin í okkara samfelagi, sum í dag er ríkari enn nakrantíð. Og júst henda sannroynd er eisini grundin til, at eg haldi sendingarnar vera góðar. Tí tær eru progressivar ella vendar í móti verandi støðu og provokerandi og tað skulu tær eisini vera – okkum tørvar ikki fleiri lýsingar av status quo ella av søguliga tjóðskaparstríðnum. Tað er vælgerandi við eini tílíkari sending, sum kann fáa okkum eitt petti upp úr sofuni. - Og mann kann jú sissa tey konservativu við at vísa á søguna, sum verður søgd – tí út frá hesari, so hendir neyvan meira enn akkurát tað, at vit ressast og skeldast eitt sindur uttan at nakað sum helst hendir meira enn tað.

 

Alt ummælið kann lesast her: Væleydnað sjónvarpsrøð um at vera ella ikki at (vilja) vera tjóð — Listaportal