Umráðandi at hildið verður fram

Tingkvinna spyr um grøna orkuloysn

Fer skipanin við MVG-endurrindan til elriknar hitapumpuskipanir at halda fram, aftaná at verandi freist gongur út við árslok? Tað vil Rósa Samulesen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin, fáa greiðu uppá.

Tí hevur hon sett Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni við fíggjarmálum, ein §52a fyrispurning í samsvar við tingskipanina, um hesi viðurskifti.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir hon á, at tað eru fleiri, ið kundu hugsa sær at framt hesa broyting í orkukeldum, men at bíðilistar og mangul upp á hondverkarar forðar fleiri at náa tað áðrenn tíðarfreistin er farin.

- Fleiri eru nú í bíðistøðu fyri at koma í gongd, og áhugin fyri hitapumpum og jarðhita er sera stórur. Sostatt er umráðandi, at hildið verður fram við skipanini við endurrindan av MVG fyri hitapumpur, og at skipanin veruliga fær møguleika og eitt neyðugt skotbrá at virka eftir endamálinum, skrivar hon millum annað í fyrispurninginum.

Fyri at fáa greiðu á verandi støðu og hvørjar ætlanir er á økinum setir hon landsstýrismanninum fylgjandi spurningar.

1. Hvussu nógv hava gjørt nýtslu av møguleikanum at fáa endurrindað MVG fyri uppseting av hitapumpum, síðan lógin kom í gildi, býtt upp á ár og økir í landinum?

2. Hvussu nógv er talan um í krónum, býtt upp á ár og økir í landinum?

3. Ber til at siga, at ferð er sett á at fáa fólk/ húsarhald at leggja um til hitapumpur‚ grundað á MVG-endurrindan?

4. Er landsstýrismaðurin sinnaður at leingja skipanina um MVG-endurrindan til elriknar hitapumpuskipanir, sum gongur út 31.12.2019?